Lýsing
Lýsing
Annika Waag, virkis og góðskuleiðari á Føroya Bjór í snotuligu útsøluhølunum á Fornagørðum, sum læt upp í 2017 | Mynd: Oliver Joensen

Soleiðis atkvøddu norðoyatingfólk um at loyva Föroya Bjór at selja sterkt

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  11.12.2018 - 08:37 Politikkur Tíðindi Vinna

Mánadagin 10. desember var 2. viðgerð av einum uppskoti hjá Magna Laksáfoss, uttanflokkatingmanni, um at loyva bryggjaríunum í Føroyum at selja sterkt øl, cider og brennivín frá egnum sølustøðum.

Fyrst kom eitt broytingaruppskot frá Bjarna Hammer, Ingolf S. Olsen og Bjørt Samuelsen um at taka brennivín burturúr. Tað varð hetta uppskotið, sum varð samtykt við 2. viðgerð við 13 atkvøðum fyri og 8 ímóti, og tað merkir, at tað fer víðari til 3. viðgerð. Laka atkvøðuluttøkan kann gera, at tað fellir tá, men tað verður allarhelst samtykt.

Soleiðis fáa bryggjaríini helst loyvi til at selja sterkt øl (yvir 5,8% alc./vol.) og cider frá egnum sølustøðum, men ikki spiritus.

Størsta og elsta bryggjaríið í landinum er Föroya Bjór í Klaksvík. Hetta bryggjaríið framleiðir, umframt sodavatn, øl og cider eisini vodka, ginn og akvavitt - whisky verður framleitt og verður klárt til almenningin innan alt ov leingi. Her var ætlanin hjá uppskotssetaranum, at Föroya Bjór eisini skuldi kunna selja tað, men so verður ikki eftir broytingaruppskotið. Tó sleppur Föroya Bjór, um uppskotið væl at merkja kemur ígjøgnum til 3. viðgerð, at selja sterkt øl og cider.

Umboðini úr Norðoyggjum atkvøddu soleiðis: Ímóti vóru Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir og Jákup Mikkelsen, bæði úr Fólkaflokkinum. Fyri vóru Jónleif Johannesen úr Javnaðarflokkinum og Óluva Klettskarð úr Tjóðveldi.

Bjørn Kalsø úr Sambandsflokkinum var í farloyvi, so ivasamt er, hvørja støðu hann hevur, men varamaður hansara, Helgi Abrahamsen, atkvøddi ímóti.

Sama støða ger seg galdandi fyri Jógvan Skorheim, sum hevur varamannin inni fyri seg. Bárður Kass Nielsen atkvøddi ímóti. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin