Lýsing
Lýsing
Lýsing

KÍ stóri taparin enn einaferð í lutakastinum

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  11.12.2018 - 11:49 Ítrottur Tíðindi

Norðlýsið skrivaði nógv um, hvussu skeiv skipan tað var at fara til, tá tað fyri nøkrum árum síðani bleiv avgjørt, at lutakast skuldi vera um 14. heimadystin í bestu deildini hjá monnum.

 

At avgera hetta við lutakasti ger, at liðini fáa ójavnar fortreytir ístaðin fyri sum tað var fyrr, tá topp 5 liðini øll høvdu eins fortreytir. Júst KÍ er liðið, sum hevur smakkað uppá, hvussu skeiv hendan skipanin kann vera. Hetta er triðju ferð, at lutakast er um 14. heimadystin. Bæði tey síðstu árini hevur KÍ skula havt lutakast móti sterkasta liðnum í botn 5 og øll trý árini hevur KÍ havt útidyst - sum einasta liðið í kappingini. 

 

Umframt at tað ítróttarliga vanliga er stórur munur á, at spæla t.d. á Skála og so á heimavølli, so er tað eisini fíggjarligur munur. KÍ hevur eitt miðal gjaldandi áskoðaratal á 500-600 áskoðarar og tí eru tað áleið 40.000 kr., sum KÍ á hvørjum ári hevur sagt farvæl til ímun til hesa nýggju skipanina. 

 

Av toppliðunum vóru HB, B36 og NSÍ liðini, sum í 2019 fingu 14 heimadystir. 

 

Landskappingin byrjar 10. mars, tá KÍ fær vitjan av meistarunum úr HB.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð