Lýsing
Lýsing

Vælveruøkið í svimjihøllini letur upp í dag

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  11.12.2018 - 12:57 Mentan Tíðindaskriv

Í dag, týsdagin 11. desember kl.17, verður almenn móttøka í samband við at nýggja vælveruøkið í Klaksvíkar svimjihøll letur upp. Varaborgarstjórin, Signhild Johannesen flytur fram røðu og møguleiki verður at síggja nýgjørdu og snotuligu umstøðurnar í nýggja vælveruøkinum í svimjihøllini, sum er fyrsta av sínum slag í Føroyum.

Í nýggja økinum eru nógvir møguleikar:

Í vælverurúminum er gosbað við vatnmassasju, ið mýkir vøddarnir. Gosbaðið rúmar umleið 12-16 persónum. Hitin er 38 stig, og tað gevur kroppinum linna og vælveru.Heilsuklivin bjóðar ljós- og hitaviðgerð við innreyðum strálum, ið gevur vælveru fyri likam og sál. Ljósviðgerð er lívgandi fyri sinnið og linnar tunglyndi og møði. Í heilsuklivanum eru tríggjar ljóskeldur við dagsljósi, ið veljast kunnu, tá ið heilsuklivin verður nýttur.

Dampbað er gott fyri strongd og eisini gott eftir harða venjing. Tað er reinsandi, og kroppurin finnur hvílu.
Á uttanduraøkinum er ein kaltvatnspottur, kaltvatnsspann og ein brúsa
 

Les meira um prísir o.a. á www.svim.fo

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…