Lýsing
Lýsing
Lýsing

Royndarfiskiskapur skal tillutast okkum í vinnuni

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  11.12.2018 - 15:46 Lesarabrøv Tíðindi Vinna

Tað sigur skiparin á útróðrarbátinum Bragd, nú tilmælið frá Havstovuni er komið út og lagt verður upp til royndarfiskiskap á Føroya Banka.

Eg haldi at tað var ein háðan ímóti okkum, sum liva av fiskivinnuni her heima, og sum hava royndir við at veiða við monufilamentllínu um summarið, at Slætnatindur fekk loyvi til royndarfiskiskap á Føroya Banka seinasta summar.

Bæði vit á Bragd og Líraberg søktu, men fingu nei. Manningarnar á hesum báðum bátunum liva av útróðri alt árið og vit á Bragd hava nú í eini fimm ár roynt við monofilamentlínu um summarið og hava tí royndir við hesum fiskiskapi. Líraberg hevur helst roynt við hesum reiðskapi longri enn vit.

Slætnatindur, ið fekk loyvi fram um Líraberg og Bragd, royndi eitt sindur við snellu í vár, men hevur als ikki verið í vinnu í vetur og vár, helst tí at teir liva av inntøku aðrastaðni frá.

Vit spurdu okkum fyri, hvør orsøkin var til, at teir fingu loyvi fram um okkum, men hava enn onki svar fingið, hóast tað var lovað okkum.

Afturat slíkari mótgongd, skulu nú eisini fiskidagar takast frá okkum, um farast skal eftir tí sum Havstovan kemur við. Havstovan, sum fyrst í 90-unum segði ósatt fyri okkum, er áhaldandi komin við upplýsingum, ið hava við sær, at vit, hava sera trupult  at taka útsagnir frá Havstovuni í álvara, sigur Oddmar Niclasen, skipari á Bragd.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund