Lýsing
Lýsing

Vælveruøkið í svimjihøllini, tað fyrsta av sínum slag í Føroyum

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  11.12.2018 - 18:47 Mentan Myndarøð Tíðindi

Torkil Mørkøre, stjóri á svimjihøllini í Klaksvík, var ikki sørt errin, tá hann í dag bjóðaði vælkomin til móttøkuna í samband við at vælverudepilin í svimjihøllini alment varð tikin í nýtslu.

Torkil greiddi frá tí, sum depilin kundi bjóða og gav síðani orðið til Signhild Johannesen, varaborgarstjóra.

Síðani var boðið inn í nýinrættaða partin í Svimjihøllini, har vit kundu síggja gosbaðið, ljós og hitaviðgerðarklivan og dampbaðið. Afturat hesum er ein pottur við køldum vatni, ein spann við køldum vatni og ein brúsa uttanfyri, har ein rættuliga kann køla seg av, um ein er vorðin ov heitur inni í teim ymsu vælverustøðunum. Torkil helt, at tað var lag á manni, at fara út at køla seg av og so at fara inn aftur í gosbaðið, ljós og hitaviðgerðina ella dampbaðið.

Meiningin við hesum partinum av tilboðnum, sum svimjihøllin nú kann veita, er at her skal verða friður og hugni. Í fyrstu atløgu er aldursmark sett á. Men Torkil Mørkøre nevndi, at seinni fór kanska at vera loyvt at hava eitt barn við pr. vaksin ella onkur onnur skipan, men í byrjanini verður hetta bert fyri vaksin. Aldursmarkið er 15 ár.

Tó, møguleikar eru fyri at leiga hølini, og tá er ætlanin at eitt nú ein familja skal kunna hava børnini við. Men Torkil metti, at vælverudepilin er best egnaður til vaksin fólk, og roknaði ikki við at børnini fóru at hava tol at halda tíl í slíkum umhvørvi.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin