Lýsing
Lýsing
Lýsing

Góði Sjúrður, sást tú Dag&Viku?

SKRIVAÐ: Hanus Samró, Fólkaflokkurin  |  12.12.2018 - 08:44 Politikkur Tíðindaskriv

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, fanst at undirritaða fyri nøkrum vikum síðani, tí fólkaflokkurin hevur eina loysn uppá, hvussu vit kunnu nútímansgera fiskiflotan, so at vit fáa ein grønari flota og einar grønari Føroyar

Ístaðin fyri at viðgera uppskotið, legði Sjúrður eftir mær persónliga. Tað er serstakliga óheppið, tí hetta er eitt mál, ið allir flokkar áttu at tikið undir við.

Men læt tað fara.

Í Degi & Viku í kvøld var eitt longri innslag um norsku strandferðsluna, sum hevur gjørt stórar íløgur í grønar fergur. Í sama innslagi varð eisini víst á norska fyritøka, sum ætlar at byggja eitt umhvørvisvinarligt bingjuskip, ið ikki bara sparir útlát, men sum svarar til at taka 40.000 trailarar av vegunum.

Hetta er tað sama, sum ætlanin hjá Fólkaflokkinum leggur upp til. Sambært Umhvørvisstovuni stendur fiskiflotin fyri 42% av útlátinum í Føroyum. Bilar 10%. Húsarhald 11%.

Um reiðaríir gera íløgur í nýggj skip, rinda tey ikki tilfeingisgjald, fyrr enn skipið er afturrindað. Soleiðis kunnu vit fáa ein grønan flota og einar grønar Føroyar. Tað er so sára einfalt.

 

 


Leingja til innslagið í Degi og Viku:

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund