Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Petur Martin Solmunde

Keyp jólagávuna sunnudagin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.12.2018 - 12:19 Mentan Tíðindi Vinna

Handlarnir í Klaksvík fara at hava opið sunnudagin 16. desember frá klokkan 16.00 til 20.00. Hetta er næstseinasti sunnudagur áðrenn jól, seinasti sunnudagur er 23. desember, og tá er altíð nógv rokan. Tí haldi eg tað vera fínt, at fáa hetta vikuskiftið við eisini, sigur Jógvan Skorheim borgarstjóri

Hetta er eitt samskipa tiltak, sum Handilsfelagið í Klaksvík stendur aftanfyri, og sum hevur fingið serligt loyvi frá borgarstjóranum.

Handilsfelagið hevur søkt kommununa um loyvi at hava opið sunnudagin, nú tað stundar til jólar. Handilslívið í Klaksvík er spennandi, og dugur sera væl at spíla seg út. Sunnudagur er frídagur hjá fólki og ongir leygardagsaktivitetir við børnum eru á skránnin v.m.

Nú nærkast vit jólum, og eg ivist ikki í, at handlarnir fara at gera tað til eitt hugnaligt upplivilsi hjá borgarum, ið velja at fara ein túr til handils sunnudagin, sigur Jógvan Skorheim. 

Hetta er næstseinasti sunnudagur áðrenn jól, seinasti sunnudagur er 23. desember, og tá er altíð nógv rokan. Tí haldi eg tað vera fínt, at fáa hetta vikuskiftið við eisini, sigur Borgarstjórin at enda

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…