Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ein eyðmýking av Magna Laksáfoss

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.12.2018 - 14:50 Leiðarin Mentan Politikkur Vinna

Ein partur av avtaluni um stuðul fyri fíggjarlógini var, at samgongan skuldi atkvøða fyri uppskotinum hjá Magna Laksáfoss um at loyva bryggjaríunum at selja sterkt øl og cider. Uppskotið varð samtykt við 2. viðgerð, men fall til 3. viðgerð.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at samgonguleiðararnir gera avtalur um stuðul til týðandi lógir, men so ikki halda sín part. Sonja Jógvansdóttir upplivdi tað í fjør, tá hon gjørdi avtalu um at fakfelagsgjøld kundu dragast frá í skatti afturfyri at atkvøða fyri fiskivinnunýskipanini. Sonja helt sín part, men samgongan gjørdi ikki. Fiskivinnunýskipanin kom ígjøgnum, mnen fakfelagsgjøld kunnu framvegis ikki dragast frá.

Jógvan Skorheim gjørdi eina líknandi avtalu í fjør um 15 milliónir til Klaksvíkar Sjúkrahús afturfyri at atkvøða fyri fíggjarlógini. Tann avtalan rann so at siga út í sandin, tí gamaní atkvøddi borgarstjórin í Klaksvík fyri fíggjarlógini, men ætlanin við læknamiðstøð á Klaksvíkar Sjúkrahúsi bleiv ikki til nakað, og hóast Skorheim segði, at pengarnir so ella so skuldu koma til Klaksvíkar Sjúkrahús, so komu teir ongantíð. Aksel V. Johannesen, løgmaður hevur tó í viðtalu við Norðlýsið sagt, at tær 15 milliónirnar eru framvegis í spæl. 

Nú er tað so Magni Laksáfoss, ið roynir seg við eini avtalu við samgonguna. Millum annað skal hann fáa 3 milliónir til ein skótadepil á Selatrað, verður sagt, men eisini skuldu bryggjaríini fáa loyvi at selja sterkt øl og cider beinleiðis úr sølubúðunum hjá sær. Hetta uppskotið fall nú, tí samgongan leveraði bara 15 atkvøður fyri. Andstøðan kláraði – við stuðli frá samgongutinglimum – hinvegin at levera 16 ímóti.

Nú er stóri spurningurin, hvat hendir við fíggjarlógini. Umframt ikki at samgongan ikki hevur hildið sítt lyfti, var løtan í tinginum, tá uppskotið fall, eisini ein eyðmýking av Magna Laksáfoss.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…