Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tilfeingisgjøldini hjá landsstýrinum hava ikki undirtøku í samgonguni

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  13.12.2018 - 11:10 Politikkur Tíðindi

Tað er greitt at ætlanirnar hjá landstýrismanninum í fiskivinnumálum, Høgna Hoydal, at broyta útrokningar háttin fyri tilfeingisgjald og leggja tilfeingisgjøld á fleiri fiskasløg, vinnur ikki frama í samgonguni ella í løgtinginum.

Landstýrið ætlar annars at hækka tilfeingisgjaldið á makrelin við 70 prosentum, og samstundis at lækka tilfeingisgjaldi á sildini eitt líti vet.


Harafturat vil landstýrið leggja tilfeingisgjald á svartkalva og onnur fiskasløg. Tilfeingisgjald verður lagt á fiskin úr Barentshavinum, sum táttar í eina krónu. Eisini skrivar landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, at tilfeingisgjald, sum er beint undir eina krónu, nú skal leggjast á lodnu á umleið hálva aðru krónu á rækjur.
 
Stendur nógv á samgonguni
Greitt er at ætlanirnar hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at broyta útrokningarháttin av tilfeingisgjaldinum fær ikki stuðul frá Javnaðarflokkinum og heldur ikki omanfyri nevndu avgjøld. Sum støðan er í løtuni, er einans meiriluti fyri at halda fram við somu tilfeingisgjøldum (gjald pr. kg) sum eru í gildi fyri 2018.
 
Heldur ikki er undirtøka í samgonguni fyri at skerja fiskidagarnar 10% ella at fremja nýggju økisfriðingarnar sum landstýrið ætlar. Eisini ætlar landstýrið at draga inn stóran part av óbrúktu døgunum, men heldur ikki hesum er undirtøka fyri í løgtinginum ella samgonguni.


Samgongu folk, sum vit hava tosað við eru sera misnøgd við at landstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur bíðja so leingi at leggja ætlaðu broytingaruppskot fyri tingið. Tað er altíð trupult at gera stórar broytingar í seinastu løtu og sum skilst eru samgongufólk sera misnøgd við at landstýrið ikki enn hevur megnað at borið øll uppskotini niðan í tingið, nú tingið fer í jólafrí í morgin.
 
Politiska støðan er sera spent í løtuni, og sum skilst er eingin semja um fiskivinnupolitikkin og tilfeingisgjøldini, sum eru sera tíðandi partar av landsins fíggjarlóg.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…