Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tryggingar hjá fiskimonnum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.12.2018 - 11:22 Lesarabrøv Vinna

Havið er eitt vandamikið arbeiðspláss. Tí er títtleikarnir av skaðatilburðum nógvir í mun til fleiri onnur størv. Fiskimannafelagið hevur vent sær til fleiri tryggingafeløg, fyri at vita, um tað ber til at fáa eina trygging, sum kann veita eina nøktnadi upphædd við skaða.

Men tað er ikki bara sum at siga tað, tí frá tí eina tryggingarfelagnum fingu vit at vita, at hvør fiskimaður skuldi rinda upp til 20 ferðir meira enn fólk flest. Tí kann verða sera trupult at fáa eina trygging, sum bæði kann tryggja ein fíggjarliga við skaða í framtíðini, umframt at viðkomandi kann hava ráð til eina slíka trygging.

Tí er mín støða púra greið, tað skal vera arbeiðsgevarin, sum rindar fyri tryggingina hjá manningini. Tað vil siga, at tann tryggingin, ið arbeiðsgevarin við lóg hevur, má uppraðfestast soleiðis, at upphæddin tann skaddi/sjúki fær er til at liva gott fyri.

Tað er arbeiðsgevarin, ið hevur ábyrgd av sínum starvsfólki. Tí er tað eisini arbeiðsgevarin ( reiðarin ), sum hevur ábyrdina, tá onkur kemur til skaða.

 

Jan Højgaard

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund