Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fer Løgmaður at krevja avkast frá Bústøðum?

SKRIVAÐ: Johnny í Grótinum  |  13.12.2018 - 16:04 Lesarabrøv Politikkur Vinna

Um ikki, kann Bústaðir áseta eina leigu, sum er helmingurin av tí hjá vinnuligum útleigarum. Fyri eina íbúð fyri 1,25 mió. kr. vil Bústaðir uppkrevja slakar 6.000 kr um mánaðin í mun til 12.000 kr hjá vinnuligum útleigara. Sí roknidømi í talvu.

Í Degi og Viku týskvøldið førdi løgmaður fram, at Bústaðir framyvir fer at kappast á jøvnum føti við privatu vinnuligu veitararnar av leiguíbúðum. Løgmaður grundgav fyri páhaldi sínum við at vísa á, at Bústaðir lænir pening frá íleggjarum til marknaðarrentu. (Og at kommunurnar fóru at bjóða privatum somu treytir sum Bústaðir - men fara kommunurnar at lurta eftir løgmanni?) Hetta er tó bara hálvur sannleikin - í mesta lagi. Um løgmaður veruliga ætlar at javnseta Bústaðir í kappingini við privatar vinnuligar útleigarar, má tað merkja, at hann ætlar at halda sín egna eigarapolitikk og krevja eitt avkast frá Bústøðum.

Bústaðir ásetir leiguna við støði í teimum útreiðslum, ið tey hava. Men tey krevja onga renting av 30% av íløguni í leiguíbúðir, tí hetta er eginogn stovnsins. Á tann hátt handlar Bústaðir í beinleiðis stríði við Eigarapolitikk landsins. Harnæst er greitt, at Bústaðir sum landsgrunnur við 600 mió.kr í eginogn, sum ikki verður forrentað, og møguleika at veðseta allar sínar almennu ognir fyri aðrar 600 mió.kr fyri ætlaðu lántøkuna á 250 mió.kr, ikki á nakran hátt fer at læna til vanligar treytir og rinda vanliga marknaðarrentu. Eisini hetta vil gera, at leigan fyri tær 200 íbúðirnar verður munandi lægri enn ein vinnuligur útleigari kann bjóða.

 

 

Roknidømi í viðfestu talvu vísir munin á Bústaðir og vinnuligum útleigara, tá landið onki avkast krevur av eginognini í Bústøðum. Sambært bústaðarpakkanum fær Bústaðir heimild til at læna 250 mió.kr fyri at byggja 200 íbúðir. Tað er 1,25 mió. kr í miðal fyri hvørja búeind. Fyri eina íbúð fyri 1,25 mió. kr. vil Bústaðir uppkrevja slakar 6.000 kr um mánaðin í mun til 12.000 kr hjá vinnuligum útleigara.

Í hugsaða roknidøminum fyri hvørja búeind letur ein privatur vinnuligur útleigari byggja hesa somu mongd av íbúðum til hendan sama byggikostnað. Fortreytirnar í roknidøminum eru annars, at viðkomandi útleigari kemur við 30% í eginogn, sum skal rentast við 8%, og lænir írestandi 70% til eina rentu á 4,5% við 15 ára afturgjaldstíð. Sambært seinastu ársfrágreiðingini hjá Bústøðum (sí mynd) roknað tey við eini afturgjaldstíð á 50-100 ár, tí er afturgjaldstíð teirra sett til 50 ár, meðan lánirentan her er varliga sett til 2,75%. (Fortreytirnar í roknidøminum kunnu tillagast, men grundleggjandi munurin er, at Bústaðir í ásetingini av leiguni ikki rentar eginognina og hevur munandi longri afturgjaldstíð.)

Landsstýrið skal hava rós fyri, at tey fyrr í ár orðaðu ein tiltrongdan eigarapolitikk við skynsomum leiðreglum, sum sambært talvu á síðu 14 í politikkinum eisini eru galdandi fyri Bústaðir.
Sí:
https://www.uvmr.fo/…/landsstyrid-fingid-tilmaeli-um-eigar…/

Sambært hesum politikki - sí viðfestu mynd - skulu almennir stovnar og feløg, sum eru í kapping við privat vinnurekandi, rentað sína eginogn og rindað vinningsbýti á sama hátt sum ein privatur íleggjari vildi kravt. Hetta er júst fyri ikki at skeikla kappingina.

 

 

Men sum viðfesta klipp úr ársfrágreiðingini hjá Bústaðir fyri 2017 vísir, virðir Bústaðir sum er als ikki Eigarapolitikk landsins. Bústaðir tykist onga ætlan hava um at renta eginognina og lata landinum vinningsbýtið.

Men nú løgmaður í Degi og Viku týskvøldið vildi vera við, at Bústaðir framyvir kappast á jøvnum føti við privatar, mugu vit roknað við, at landsstýrið ætlar at áleggja Bústøðum eitt krav til avkast á eginognini. Eitt rímiligt avkast vildi verið 8%. Sostatt skal Bústaðir fara frá at hava eitt undirskot á 1,5 mió.kr í 2017 til at hava eitt árligt yvirskot á slakar 50 mió.kr. (8% av teimum 600 mió.kr, sum skattaborgararnir hava latið Bústøðum at umsita í eginogn).

Í Degi og Viku ásannaði løgmaður annars, at Bústaðir við nýggju lániheimildini bert kann nøkta ein triðing av tørvinum á leigubústøðum, sum leysliga er mettur til 600 íbúðir. Men við at lata Bústaðir halda áfram at skeikla kappingina, forkemur Landsstýrið samstundis eisini møguleikanum fyri, at hinar 400 leiguíbúðirnar nakrantíð verða bygdar av privatum vinnuligum útleigarum.

 

 

Diagnosan hjá Landsstýrinum er røtt: At finna loysnir upp á bústaðartrotið er helst mest átroðkandi uppgávan fyri landsins myndugleikar í løtuni. Men Bústaðarpakkin er í verandi líki tíverri eitt stig fram og tvey aftur. Ella 200 íbúðir fram, og 400 aftur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…
Júka upp í saman
Norðlýsið á gøtuni
Adrenaline á Summar Festivalin
Veðrið í vikuni
Norðingur bjóðar Klaksvíkingi og Nólsoya…