Jólalig konsert í skúlahøllini
Í gjárkvøldið var ein sera hugnalig og kveikjandi framførsla á tónleikaøkinum. Tað var árliga jólakonsertin hjá Klaksvíkar tónlistaskúla.
Kórið á Skúlatrøð, saman við strúkarum og blásarum framførdi “Kveik eitt lítið ljós og Kvirra um fjøll og fløtur”. Kórið, sum sagn, er samstarv ímillum skúlan á Skúlatrøð og Tónlistaskúlan. Tónlistaskúlin hevur útsett sangirnar til ljóðførini at spæla saman við kórinum.
Nógv ymisk ljóðføri vóru á skránni, og sera hugtakandi var at sita og líða á øll tey ungu, ið ótrúliga væl spældu saman á tey ymsu ljóðførini.
Har vóru eitt nú floytur, violinir, saxofon, trummur og ikki minst var hugtakandi at hoyra celloleikararnar.
Eisini vóru eldri næmingar og lærarar, ið undirhildu og kanska var “Edelweiss” krúnan á kvøldinum.
Vit, sum hava sitið á hesum konsertunum í mong ár, kunnu bara staðfesta, at støði á konsertunum hjá Tónlistaskúlanum hækkar munandi á hvørjum ári.
Éftir konsertina, fekk lærarin á Tónlistaskúlanum, Ludmilla, gávu og blómur frá næmingunum í samband við at Ludmilla hevur 20 ár á baki sum undirvísari her.
Um gongdin verður tann sama næstu 20 árini, so hvør veit, kanska hava vit okkara egna symfoniorkestur tá.