Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tónleikaframførslur eru góðar fyri sinnið

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  14.12.2018 - 11:48 Mentan Myndarøð Tíðindi

Millum annað tað, segði Signhild V. Johannesen, varaborgarstjóri í talu síni til konsertina hjá Klaksvíkar Tónlistaskúla. Víðari segði hon, at tað er hugaligt, at síggja somu andlitini ímillum áhoyrararnar ár um ár.

Røðan hjá Signhild kann lesast her:

Gott kvøld og vælkomin til árligu jólakonsertina her á Skúlatrøð.

Tað er hugaligt, at vit ár eftir ár møtast til slíkar konsertir. Tað er gott sum avvarðandi, vinir og onnur at hittast til tiltøk, sum okkara børn og ung gjøgnum árið venja til.

Og ikki minni hugaligt er tað hjá teimum, sum skulu upptraðka. Tey hava nokk við at hyggja út í salin, um omman, pápin, systkini ella onnur eru komin at lýða á.

At lýða á tónleikaframførslu er gott fyri sinnið og gevur eina vælveru. Onkuntíð reisast hárini, og gásarholdið kennist á ørmunum. Og slær ein av luttakaranum ein skeivan tangent ella tóna, sníkja tárini seg út úr eygnakrókunum. Vit ásanna, at lívið ikki er fulkomið, og um tað var tað, var tað grátt og keðiligt. So øll tit, sum nú sita klár at spæla fyri okkum, ikki vera bangin og nervøs, tað er loyvt at gera feilir, og vit øll halda, at tit eru mega fitt.

At Helga og allir lærararnir seta tíð av til hugna runt um í býnum, eru vit sera takksom fyri. Eisini geva tit tykkum tíð til at vitja eldraheimini, har eg veit, at tit gera eyka stóran mun fyri búfólkini, sum annars ikki koma runt um í býnum.

Tað, sum er so stuttligt at síggja, er, at hóast nøkur børn koma og onnur fara, so eru tað fleiri av somu andlitunum, sum síggjast millum áhoyrarnar ár eftir ár. Kanska tí tað liggur til familjuna, at eftirkomarar ganga til tónleikaundirvísing, og onnur koma av áhuga.

Í hvørt eitt hjarta tungt og myrkt

Tín glæma lýsi blíð,

Ein glæma av Guðs kærleiks lind

Í hesi jólatíð.

Nú fara vit øll, sum eru møtt upp her, at slappa av og njóta løtuna. Vit ynskja tónlistaskúlanum góða eyndu við framførsluni.

Vil nýta høvið at ynskja tykkum øllum eini gleðilig jól.

Lýsing
Seinastu tíðindini
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð