Lýsing
Lýsing
Lýsing

(Úr savninum) Pison hevði rekordtúr av Bankanum

SKRIVAÐ: Norðlýsið  |  14.12.2018 - 12:10 Tíðindi Vinna

Norðlýsið skrivaði soleiðis 9. oktober í 2003, tá fiskiskapurin á Føroya Banka var í hæddini:

Pison hevði rekordtúr av Bankanum

Virðismesta ísfiskalast nakrantíð, førdi Pison av Føroya Banka. Í 10 dagar fiskaðu teir 210.000 pund og seldu lastina til Kósina fyri 2,1 millión krónur. Manningin, sum telur 14 mans fær 1,2 millión at býta fyri 10 dagarnar.

Hóast fiskifrøðingar siga, at toskurin á Føroya Banka er ein stovnur fyri seg, vísir tað seg sum um Føroya Banki er ótømandi fyri tosk í løtuni.
Í vikuni kom Pison aftur av Føroya Banka við 210.000 pundum. Heili 45 tons vóru toskur I, ímeðan íalt 83 tons av lastini hevði toskaskræðu, 16 tons av hýsu vóru í lastini, restin var brosma, longa og annar fiskur.
Pison avreiddi fyri 2,1 millión kr. og sum skilst, so er hetta størsta last nakrantíð í krónum, sum er løgd upp her á landi.
Tað hevur gingið væl hjá Pison í ár, teir hava avreitt fyri umleið 17 milliónir krónur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…
Júka upp í saman
Norðlýsið á gøtuni
Adrenaline á Summar Festivalin
Veðrið í vikuni
Norðingur bjóðar Klaksvíkingi og Nólsoya…
KÍ kvinnur­nar vunnu í Gundadali í dag