Lýsing
Lýsing

Løta fyri hjún í Betesda leygarkvøldið

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  14.12.2018 - 13:57 Tíðindi

Leygarkvøldið 15. desember kl. 20 verður ein løta fyri hjún í Betesda við sangframførslum, undirhaldi og hugleiðing um jólini aftur við kaffi, rísalamang og øðrum góðum.

Nú tað stundar til jóla, verður skipað fyri einari løtu fyri hjún í Betesda leygarkvøldið klokkan 20, har ymsar kreftir í samkomuni fara at luttaka við sangi, undirhaldi og hugleiðing aftur við einum góðum bita.
Torkil Mørkøre og John Færø við bólki framføra nakrar sangir og leiða felagssangin. Eisini fara Evy á Lakjuni, Victoria á Lakjuni og Pætur Gerðalíð at framføra jólasangin “Mary, did you know”.
Borðreitt verður við kaffi, rísalamang og øðrum góðum, Stig Elttør o.o. skipa fyri undirhaldi, og Sámal Mikkelsen fer at hugleiða um jólafrásagnirnar.
Løtan fyri hjún byrjar kl. 20 leygarkvøldið í Betesda

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…