Lýsing
Lýsing
Lýsing

Landsverk finst at framferðarháttinum í samband við verklagslóg til nýggja barnaheimið

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  14.12.2018 - 15:49 Politikkur Tíðindi

Fríggjadagin 16. November í ár kunnaði formaðurin í bygginevndini fyri nýggja barnaheiminum, Edvard Heen, aðalstóran í Almannaráðnum um, at í samband við vali av ráðgeva her um dagarnar varð staðfest, at verkætlanin fór at kosta 20 mió. kr. meira enn settar eru av til endamálið.

Í brævið til stjóran í Landsverki tann 19. November í ár skrivar aðalstjórin í Almannaráðnum, at hann hevur kunnað landsstýriskvinnuna um støðuna og at hon hevur kravt eina frágreiðing, um hvussu hetta ber til “...... havandi í huga, at tað í drúgva tíð hevur verið tætt samband millum Landsverk, Almannaverkið og Almannamálaráðið um verkætlanina, hvat hon skal innihalda, hvat hon í mesta lagið skal kosta......”
 
Síðani er fundur millum ráðið og Landsverk og á fundinum finst Landsverk at framferðini hjá ráðnum í samband við verklagslógina;

...... EK greiddi frá, at tað er óheppi, at ein verklagslóg fer í tingið einans grundað á eina byggiskrá. Endaliga kostnaðarmetingin er alt ov óviss so tíðliga í prosessini. Umboðini fyri LV mæltu tí til at lata processina ganga nakað longur, fyri at fáa eina meira endaligakostnaðarmeting.

Niðurstøðan á fundinum var, at arbeitt verður víðari við fíggjarkarminum á 65 mió. kr. Áðrenn málið verður víðari viðgjørt í fíggjarnevndini verður samband tikið upp við valda ráðgevan um, í hvønn mun til ber at byggja innanfyri fíggjarliga karmin. AMR setir seg í samband við forkvinnuna í fíggjarnevndini og boðar frá, at verkætlanin verður longd nakrar vikur, helst inn í nýggja ári. AMR boðar eisini landsstýrinum frá, at fundur hevur verið millum partarnar um málið, og at óvissur eru avkláraðar, og at arbeitt verður víðari sambært upprunaliga setninginum..... 

 

Sambært fíggjarætlanini 2019 eru avsettar 6,2 mió. til nýtt barnaheim í 2017 og 2018.
Í 2019, 2020 og 2021 eru avsettar tilsamans 55,6 mió kr..
 
 
SÍ brot úr samskifti, sum Norðlýsið hevur fingið innlit í:
 
 
Tann 26. November skrivar aðalstjórin í Almannaráðnum soleiðis í telduposti til stjóran í Landsverk:
.... Tað tykist at vera breið semja um nýggja kostnaðin á eini 85 mkr., so her geri eg bert viðmerkingar til kostnaðarmetingina á 65 mkr. 
 
Eg havi ilt við at skilja, at hægri kostnaður (HVÚ/m2 farið úr 20 til 23 tkr) er týdningarmesta orsøkin til príshækkingina á 20 mkr. Príshækkingin fyri fermeturin kann kanska forklára eini 6 mkr., og innbúgv er hækkað við 1 mkr., men so eru 13 mkr eftir. Vit mugu hava greiði á hesum, og tí fari eg at heita á teg og tíni í Landsverk um at koma á fund við Almannamálaráðið skjótast tilber í vikuni. Hvat sigur tú til hósdagin kl 15? Ella í døgurðatímanum sama dag – vit bjóða í so fall okkurt til matna. Sólgerð kallar inn, so skjótt tú hevur játtað……
 
 
Tann 29. November er fundur millum Landsverk og Almannamálaráðið:
 
Luttakarar: Eyðun Mohr Hansen (EMH), Edvard Heen (EH), Ewald Kjølbro (EK), Jón O. Sólsker (JS) og Poula Árnadóttir Lervig.
 
Í fundarfrásøgnini stendur m.a.:
 
.....Fundurin varð umbiðin av Almannamálaráðnum ísv at ivamál hava stungið seg upp í mun til upprunaligu kostnaðarmetingina av byggingini av nýggjum barnaheimi.
 
EK legði út við at siga, at skrivliga frágreiðingin frá LV herfyri ikki nógv væl lýsti fyrispurningin frá AMR, og at umboðini fyri LV heldur greiddu nærri frá spurningunum og ivamálunum á fundinum, og at skrivligt tilfar verður sent eftirfylgjandi.
Eyðun legði fyri við at greiða frá, at samsvar er ikki millum kostnaðarmetingina í útbóðingartilfarinum til ráðgevarunum og kostnaðametingina í byggiskránni, sum bygginevndin hevur nýtt sum grundarlag, og at neyðugt er við eini nærri frágreiðing í hesum sambandi.
 
JS byrjaði við at greiða frá ivamálunum um netto- og bruttofermetrar og kostnaðarmetingina í hesum sambandi. Sambært JS var upprunaliga nettoarealið 1780 fermetrar, og hetta var síðan ganga upp við 1,25 til eitt bruttotal á 2225 fermetrar. Íroknað hesum bruttofermetratalið eru allar tær funktiónir, ið bygginevndin hevur kalkulerað við, herundir m.a. uttanumøki, gongir og veggir. Tað, sum síðan er hent, er at bruttotalið er ganga upp einaferð afturat, so at eitt bruttofermetratal á 2670 er íkomið. Hetta ivamál er hervið avklárað.
 
Í sambandi við sjálva kostnaðarmetingina greiddi JS nærri frá, at HVÚ á 43.000.000 var lágt sett við vilja tí at ráðgevararnir altíð leggja seg eitt fitt petti omanfyri. Hetta gevur ein fermeturkostnað á 20.000 kr. Reelli fermeturkostnaðurin liggur nakað hægri, uml. 23.000 kr. At seta HVÚ lágt er vanligt mannagongd hjá LV soleiðis at ráðgevararnir halda sína kostnaðarmeting á einum rímiligum støði. Íroknað samlaðu kostnaðarmetingina hjá LV eru, eins og omanfyri nevnt, uttanumøki, gongir og veggir. Afturat HVÚ koma útreiðslur til m.a. óvissur, prísvøkstur, ráðgeving o.a. Hetta verður nærri lýst í skrivliga tilfarinum frá LV.
 
JS greiddi víðari frá, at ein møgulig hækking av kostnaðarmetingini kemst av, at útreiðslurnar til tól og útgerð, herundir innbúgv, eru lágt mettar, eins og at fermeturkostnaðurin kann verða hægri enn ásett. Hetta er tó óvist at siga so tíðliga í processini, og arbeitt verður víðari við einum fíggjarkarmi á 65 mió. kr.
 
EK greiddi frá, at tað er óheppi, at ein verklagslóg fer í tingið einans grundað á eina byggiskrá. Endaliga kostnaðarmetingin er alt ov óviss so tíðliga í prosessini. Umboðini fyri LV mæltu tí til at lata processina ganga nakað longur, fyri at fáa eina meira endaliga kostnaðarmeting.
 
Niðurstøðan á fundinum var, at arbeitt verður víðari við fíggjarkarminum á 65 mió. kr. Áðrenn málið verður víðari viðgjørt í fíggjarnevndini verður samband tikið upp við valda ráðgevan um, í hvønn mun til ber at byggja innanfyri fíggjarliga karmin. AMR setir seg í samband við forkvinnuna í fíggjarnevndini og boðar frá, at verkætlanin verður longd nakrar vikur, helst inn í nýggja ári. AMR boðar eisini landsstýrinum frá, at fundur hevur verið millum partarnar um málið, og at óvissur eru avkláraðar, og at arbeitt verður víðari sambært upprunaliga setninginum.
 
LV sendir eina skrivliga frágreiðing til Almannamálaráðið og formannin í bygginevndini sum heilt greitt greiðir frá hvat er íroknað bruttofermetrarnar og hvat er íroknað HVÚ-kostnaðinum......
 

 

Frágreiðing um máliðverður send Almannaráðnum tann 4. Desember 2018 og í frágreiðingini skrivar Landsverk m.a.:
 
......skal fyrst greiðast frá, at ráðgevara útboðið hevur verið skipa á ein slíkan hátt, at bygginevnd og dómsnevnd skuldi ikki velja eitt prosjekt, men tann ráðgevan, ið á bestan hátt skilti tørvin hjá Barnaheiminum. Orsøkin til tess er, at man eftir at ráðgevin er valdur, skal fara í eitt samstarv og menna eitt prosjekt, ið livur upp til tað, ið stendur í byggiskránni og heldurseg innanfyri tann kostnað, ið var ásettur í útbjóðingarskrivinum. Tann kostnaðurin var við beráddum huga setturlægri enn hvat kostnaðarmetingin segði(1,5 mió. kr.) . Í útbjóðingarskrivinum var ásett, at kostnaðurin fyri handverkaraútreiðslur ikki mátti farast uppum 43,0 mió. kr.....
 
.... Tá ráðgevarnir høvdu lagt síni uppskot fram, valdi bygginevnd og dómsnevnd ein ráðgeva, ið hevði lagt eitt glæsiligt prosjekt fram. Júst hetta prosjekti, tykist at hava ein slíkan form, ið ger at sera nógvir útveggir verða í byggjarínum. Hetta hevur ført við sær, at ein nýggj kostnaðarmeting er gjørd, ið leggur upp til at samlaða fermeturtalið verður hækka einaferð enn,við einum faktor á 1,2 og økist samlað femeturtalið nú til 2670 m².Somuleiðis verður mett at hetta prosjekti kann tykjast komplekst at byggjaog økir man tí fermeturkostnaðin samstundis. Samlaði fermeturkostnaðurin írokna øking av fermetrum, óvissur, meirveitingar og prísvøkstur er nú komin upp á 25.552 kr./m² fyri handverkaraútreiðslur. Somuleiðis hevur man valt at leggja útreiðslurnar fyri uttandura spæliplássi uttan fyri fermeturkostnaðin og hækkar kostnaðarmetingina við 3,0 mió. kr. Seinasta frávikið frá fyrru kostnaðarmetigini er metingin av kostnaðinum til innbúgv og útgerð. Her hevur man valt at hækka kostnaðarmetingina við 3.682.385,-kr.Hetta svara til at innbúgv og útgerð kemur at kostað tað sum svarar til áleið 10% av handverkaraútreiðslunum. Fyrra kostnðarmetingin metti kostnaðin at svara til 5,8% av handverkaraúteiðslunum. Landsverk metir at kostnaðurin fyri innbúgv og útgerð ongantíð eigur at fara upp um 8,0% av handverkaraútreiðslunum....
 


Tann 12. Desember, altso fyri tveimum døgum síðan komu hesi boðini úr Almannaráðinum til Landsverk:
 
.... Víst verður til frágreiðing frá Landsverk um kostnaðarmeting av barnaheiminum, dagfest 4. desember 2018. Almannamálaráðið og formaðurin í bygginevndini hava umrøtt frágreiðingina, og hava vit niðanfyristandandi viðmerkingar:
 
Á fundinum millum Landsverk og Almannamálaráðið/formannin í bygginevndini 29. november 2018 var avtalað, at arbeitt verður víðari við fíggjarkarminum á 65 mió.kr. Í verklagslógini, ið er til viðgerðar í Løgtinginum, er heimild at byggja barnaheim fyri í mesta lagi 65 mió.kr., og er hendan kostnaðarmetingin grundað á byggiskrá og rúmskrá, ið neyvt lýsir neyðugu fermetratalið á nýggja bygninginum. Heitt verður á Landsverk um at tryggja, at nýggja barnaheimi kann byggjast fyri 65 mió.kr. grundað á fyriliggjandi byggiskrá. Samstundis verður heitt á Landsverk um at veita vissu fyri, at uttanduraøkið, ið er mett at kosta 4,5 mió.kr., er íroknað fermeturkostnaðinum.
 
Í frágreiðingini frá 4. desember verður víst til eina nýggja kostnaðarmeting, ið er gjørd eftir at ráðgevaraútboðið varð hildið. Til hetta er at viðmerkja, at dómsnevndin í sambandi við ráðgevaraútboðið valdi ein ávísan ráðgeva at standa fyri byggingini av nýggja barnaheiminum og ikki eitt ávíst prosjekt. Kostnaðarmetingin á s. 2 í frágreiðingini er tí ikki viðkomandi, og heitt verður á Landsverk um at taka hesa aftur.....
 
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!