Lýsing
Lýsing
Lýsing

Væl av fólki til jólatræið í Svínoy

SKRIVAÐ: Dávur Winther. Myndir: Dávur Winther  |  16.12.2018 - 16:23 Mentan Myndarøð Tíðindi

Tó at væl av vindi var, var væl sjógvað og besta ætt á Eiðnum. Og fleiri høvdu leitað sær at vera við til høvið.

Tí at ætttin var so trá av landsynningi, varð valt at hava haldið inni í kirkjuni, sum var skilagott.Tað var hugaligt í fjálgu kirkjuni við heili 40 áhoyrarum.

Klaksvíkar Hornorkestur spældi frágera væl og setti sum altíð ein serligan jóladám á. Regin Olsen, sum jú er ættaður úr Svínoy hevði eina sigandi og góða røðu í kirkjuni m.a. um hvussu hann mintist jólini sum ungur í Svínoy.

Tað var sera hugaligt hvussu væl varð tikið undir við tiltakinum. Sum sagt vóru 40 fólk í kirkjuni og inn aftur við Rituni vóru 20 fólk, eftir at hava fingið ein góðan drekkamunn í lærarahúsunum. Tað er fløvandi við slíkari vitjan upp undir jól, har eisini prátið og søgurnar vóru nógvar.

Við í ferðini var eisini sendistøðin, Starabúrið, so har fer nokk eisini at bera til at hoyra frá haldinum

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund