Lýsing
Lýsing

Stjørnan vann á H71

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  16.12.2018 - 18:20 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

Tað var spenningur fyri allar pengarnar, tá Stjørnan í dag tók móti H71

Tað var eitt sera uppsett stjørnulið sum koma á vøllin. Tær løgdu hart, og tá leiktir vóru 9 minuttir, var Stjørnan á odda 7-2, men so kom stígur hjá heimaliðnum. Tær gjørdu fleiri óneyðug mistøk, sum gav H71 møguleika at koma innaftur í dystin. Næstu 9 minuttirnar fekk Stjørnan onki mál, meðan H71 skoraði 7 ferðir, og hevði harvið fingið eina leiðslu uppá 9-7. Men stjørnuleikarnir góðu ikki upp, og tað sum eftir var av fyrra hálvleiki, skiftust liðini um at skora, soleiðis at hálvleiksstøðan gjørdist 14-12 til H71.

Tað vóru bert leiktir 4 minuttur í seinna hálvleiki, so hevði Stjørnan tikið leiðsluna, støðan var tá 16-15, og eftir tað hevði Stjørnan leiðsluna, tað sum eftir var av dystinum, men munurin var ongantíð størri 2-3 mál, og spenningur var stórur. Skuldi tað fara at eydnast Stjørnuni at vinna á einum av oddaliðnum.

Tað sást á H71 leikarunum, at teir vór ørkimlaðir av óvæntaður mótsøðuni og ágangandi verjuspælinum hjá heimaliðnum, og eini sera væl leikandi Raluku í stjørnumálinum, men spenningurin helt sær. Tá leiktir vóru 28 minuttir var støðan 24-23, og høllin kókaði, men næstu tveir minuttir fekk Stjørnan 3 mál, meðan H71 onki mál fekk, og endaði dystiurin sostatt við einum sigri til Stjørnuna uppá 27-23.

Samanumtikið má sigast at talan varð um ein upibornan sigur til Stjørunua, har allir leikarnir góðu seg 100%, tó vóru tað onkrir leikarar sum skarða fram út, m.a. Mina Sirdal sum gjørdist toppskjútti fyri heimaliði við 10 málum. Eisini unga og Monika Jacobsen, stóð seg sera væl í verjuni. Í seinna hálvleiki valdi venjarin hjá Stjøruni at lata bert 15 ára gomlu Óluvu Joensen leika í verjuni fyri Minu, og tað uppgávuna megnaði Óluva væl. Hetta gav Minu orku til at geva seg fult út í álopinum. Úrslitið talar fyri seg.

Tað er langt síðani, at man hevur upplivað ein so pennandi og vælleiktan hondbóltsdyst í KÍ-hølli. Tillukku  við sigrinum Stjørnan.

Málskjúttar hjá Stjørnuni: Mina Sirdal 10 , Judit Dam-Jacobsen 6, Sonja Sirdal 5, Kristina Poulsen 3, Monika Jacobsen 2 og Tóra Eliasen 1

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin