Lýsing
Lýsing
Helgi Dam Ziska - nummar 75 í heiminum í kviktalvi | Mynd: faroechess.com

Nýggjur styrkilisti

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  16.12.2018 - 20:50 Ítrottur Tíðindaskriv

Altjóða talvsamgongan FIDE hevur kunngjørt styrkilistan fyri desember 2018. Vanliga verður styrkilistin dagførdur tvær ferðir um árið.

Tað mest áhugaverda fyri okkum er, at Helgi Dam Ziska stendur nú sum nummar 75 í heiminum í kviktalvi. Í kviktalvi hevur telvari vanliga hálvan tíma ella 25 minuttir til talvið. 

Einasti norðurlendingur, sum er ovari enn føroyski stórmeistarin á hesum yvirliti, er norski heimsmeistarin Magnus Carlsen. Hann er fremstur á øllum trimum styrkilistum; í vanligari telving (standard chess), í kviktalvi (rapid chess) og í snartalvi (blitz).

 

Topp 10 í Føroyum

Á føroyska topp 10 listanum í vanligari telving eru nakrar flytingar farnar fram hetta seinasta hálva árið. John Rødgaard er dragnaður eitt sindur eftir minni góða úrslitið í OL í heyst, og Martin Poulsen, sum var føroyskur toppskjútti í OL, gongur fram. Rógvi Egilstoft Nielsen er eisini framfarin eftir góða úrslitið í Runavík Open, har hann tryggjaði sær annan IM-normin.

 


Føroyskur topp 10 - desember 2018:

 


1 GM Helgi Dam Ziska, HT 2544

2 FM Høgni Egilstoft Nielsen, ST 2400

3 FM Rógvi Egilstoft Nielsen, ST 2339

4 IM John Arni Nilssen, KTF 2318

5 IM John Rødgaard, VT 2282

6. FM Martin Poulsen, HT 2261

7. FM Olaf Berg, HT 2229

8. FM Carl Eli N. Samuelsen, HT 2209

9. Sjúrður Thorsteinsson, HT 2209

10. Bogi Ziska, TT 2204

 



Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…