Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hendan myndin úr Ørðavíkarlíð ferðast á Facebook. Lonin eystureftir sleppur at selja sterkt bjór, meðan lonin vestureftir ikki ger. Orsøk? Um báðar sleppa, fara fólk at drekka meira, halda tingfólk.

Rúsdrekkalógin – hvat vil man?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  17.12.2018 - 08:25 Leiðarin Mentan Politikkur Vinna

Føroyska rúsdrekkalógin er ofta uppi og vendir. Í farnu viku varð eitt uppskot um at lata bryggjaríini selja sterkt øl fyrst samtykt og síðani felt. Sostatt verður ongin broyting í Rúsdrekkalógini á hesum sinni. Vit hava hugt eitt sindur nærri at rúsdrekkalógini og matstovulógini. 

Fólk fara at drekka meira, um bryggjaríini sleppa at selja egna framleiðslu, heldur meirilutin av Føroya Løgtingi. Tað kann tykjast sum ein heldur undarlig grundgeving, men tað var orsøkin til, at uppskotið um at lata bryggjaríini selja sterkt øl og cider varð felt í tinginum seinasta mikudag. Sostatt mugu Föroya Bjór og Okkara framvegis koyra alt sítt sterka øl og cider í Rúsdrekkasølurnar fyri at fáa tey at selja tað fyri seg.

Skilið er nakað tað sama á føroysku festivalunum. Har er einans loyvt at selja veikt øl, upp til 5,8%, men so eisini at selja vín, sum er meira enn dupult so sterkt sum tað. Her er tó eisini loyvt at selja cider upp til 5,8%, skal sigast. Men sterkt øl sleppa festivalarnir ikki at selja. Har stendur beinleiðis í §6, stk. 2 í nýggju matstovulógini (undir Hissiniloyvi), at einans øl og cider upp til 5,8% kunnu seljast har av øðrum enn verandi skeinkiloyvishavarum, men so í sama stykki, at vín undir somu treytum kann vera upp til 15%.

 

Her á økinum fer at bera til at skeinkja vín, men ikki sterkt øl

 

Kaga vit í Rúsdrekkalógina sjálva, so stendur eisini í §10, stk. 3 í henni, at “Loyvt er ikki persónum undir 18 ár at hava atgongd til støð, ið hava loyvi til útskeinking eftir hesum stk., ta tíð av degnum, skeinking er loyvd.”, so í grundini hava børn ikki havt loyvi til at vera inni á økinum, meðan tað hevur verið skonkt. Hetta hevur tó ongantíð verið handhevjað, tað vit vita um, og í nýggju matstovulógini stendur eisini til endans, at §10 í rúsdrekkalógini fer úr gildi, tá matstovulógin kemur í gildi. Men hetta er eitt gott dømi um, hvussu ólogisk rúsdrekkalógin til tíðir er.

Formaðurin í EinMalt, Ronnie Thomassen, hevur fleiri ferðir gjørt vart við hesi ólogisku hámarkini, og sagt hvussu tey forða fyri at fólk fáa atgongd til góðskuframleiðslu. Rúsdrekkalógin sigur, at rúsdrekka í mesta lagi kann innihalda 60% av alkoholi, men har hevur Ronnie Thomassen ført fram, sum eisini rætt er, at nógv góðsku-whisky er sterkari enn tað. At seta eitt 5,8%-hámark afturat inn fyri øl er uppaftur minni logiskt, tá nú bæði vín og spiritus eru væl sterkari.

Einar Waag, stjóri á Föroya Bjór, var ikki blíður við tingfólkini úr serliga Norðoyggjum – Jákup Mikkelsen og Elsebeth M. Gunnleygsdóttir úr Fólkaflokkinum og Bjørn Kalsø úr Sambandsflokkinum atkvøddu ímóti –, tá uppskotið um at lata m.a. Föroya Bjór selja sterkari øl varð felt. Grundgevingarnar vóru m.a., at starvsfólkini ikki kláraðu at handfara aldursmarkið, og hetta vildi stjórin ikki hava sitandi á fyritøkuni. Men sami hugburður tykist ganga aftur í matstovulógini, har man ikki vil lata fólk uttan skeinkiloyvi sleppa at selja øl við meira enn 5,8% til eitt nú festivalar.

Sum heild tykist tað, sum um Løgting og Landsstýri eru ómetaliga varin, tá tað kemur til liberalisering av rúsdrekkasølu. Tað kann hava sínar orsakir, men tað kann eisini vera køvandi fyri føroysku framleiðslu- og søluvinnuna, um tað gerst órímiliga strangt. Ein góð lóg er ein logisk lóg, har fólk skilja, hví hon er í gildi. Og líkt er til, at matstovulógin og rúsdrekkalógin ikki reiðiliga liva upp til tað enn. 

Matstovulógin er til viðgerðar í tinginum í morgun

Lýsing
Seinastu tíðindini
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum