Lýsing
Lýsing
Lýsing

Farleiðin til Havnar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  17.12.2018 - 15:34 Leiðarin Politikkur Tíðindi Vinna

Hvussu verður, eftir at Eysturoyartunnilin letur upp? Tá hinir báðir undirsjóvartunlarnir lótu upp, góvust sjóleiðis farleiðirnar, og teir gjørdust einasta samband. Men við Eysturoyartunlinum eru fleiri aðrir møguleikar.

Landsverk er avgjørt. Mælt verður til at gera ein tunnil úr Gøtudali og í Skálabotn, so ferðslan úr Norðoyggjum, Leirvík, Gøtu og Fuglafirði verður leidd yvir á vestara arm av Skálafirði og síðani suður ígjøgnum til Skálafjarðartunnilin. Gøtudalstunnilin verður samstundis farleiðin til og frá flogvøllinum. Tá serfrøðin kemur við eini so avgjørdari útsøgn, er mest sannlíkt, at hesin leistur fer at verða valdur.

Alternativini eru kostnaðarmikil. Tað er greitt fyri øll, at ferðslan ikki kann fara ígjøgnum Runavík eftir teimum núverandi vegunum har. Tað hevði svarað til at latið alla ferðsluna úr Norðoyatunlinum koyrt eftir gamla Leirvíksvegnum. Tí krevur ein farleið tann vegin, at íløgur verða gjørdar í ein umleið 10 km langan nýggjan veg. Farleiðin Gøtudal-Skálabotn er hinvegin bert 3,6 km.

Í Skálabotni sjálvum er neyðugt at gera nýggjan veg óansæð hvat. Tveir persónbilar, har førararnir hava tunguna mitt í munninum klára akkurát at møtast í Skálabotni, meðan um annar bilurin er størri enn tað, er neyðugt at halda av. Her hevur verið neyðugt at breiðka vegin leingi, og við Gøtudalstunlinum er sannlíkt, at hetta loksins verður gjørt.

Spurningurin um bummgjald í hesum sambandinum er eisini áhugaverdur. Hvussu høgt tað verður, er avgerandi fyri, um fólk velja tunnilin. Her eru alternativar farleiðir, har ongar vóru til Norðoya- og Vágatunlarnar, og tí kann gjaldið ikki setast so høgt, at fólk velja gomlu farleiðina fram um. Gøtudalstunnilin kann gera tað meira freistandi at gera tað, og tí er neyðugt at hugsa seg væl um, tá tað verður ásett.

Sum heild er uppskotið hjá Landsverki um Gøtudalstunnilin bæði áhugavert og skilagott. Verður borið rætt at viðvíkjandi tí, røkist alt fyri, at vit fáa eina væleydnaða farleið til og úr Tórshavn, og somuleiðis til og frá flogvøllinum, Vágum og Sundalagnum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB