Lýsing
Lýsing
Lýsing

Anakronisma og ivasamar samanberingar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.12.2018 - 11:27 Leiðarin Politikkur Vinna

- Aftursvar til Norðoya Tjóðveldisfelag

Í grein hjá Norðoya Tjóðveldisfelag verður funnist at Norðlýsinum, og grundgevið verður m.a. við, hvat býráðslimur og fyrrverandi ting- og landsstýrismaður Fólkafloksins skriva í blaðnum. Til tað er at siga, at sjálvandi fara vit ikki at sensurera hesar meiningarnar. Heldur ikki tað sum fólk við øvuta sjónarmiðnum siga og skriva. Vit hava somuleiðis heldur ikki hildið okkum aftur við at kritiserað Fólkaflokkin. Feskasta dømið er var herfyri, tá norðoyaumboðini í andstøðuni feldu uppskotið um at loyva bryggjaríunum at selja sterkt. Í tí málinum vóru samgonguumboðini tey betru umboðini fyri vinnulívið í Norðoyggjum.

Viðvíkjandi fiskvinnunýskipanini, so viðgongur Norðoya Tjóðveldisfelag sjálvt í greinini, at nýskipanin ikki bleiv so umfatandi sum ætlað. Av tí sama eru allar avleiðingarnar, sum vinnan ávaraði ímóti, heldur ikki hendar. Men vit mugu minnast til, at líka fram til februar í 2017 ætlaði landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, at 100% skuldu á uppboðssølu. Og fram til ólavsøku í 2017 var ætlanin at avtaka fiskidagarnar og leggja um til kvotaskipan. Og líka fram til dagin í gjár var ætlanin at leggja ógvuslig veiðigjøld á vinnuna.

Tað er tí ikki rættvíst av Norðoya Tjóðveldisfelag at leggja upp til, at atfinningarnar og ávaringarnar hjá m.a. Norðlýsinum hava víst seg at verið skeivar við tí grundgeving, at tað ikki gekst so illa sum óttast varð fyri í vinnuni. Ávaringarnar og atfinningarnar vóru av fiskivinnunýskipanini, sum hon var ætlað. At hon so bleiv nógv minni umfatandi, og avleiðingarnar samsvarandi minni, er sjálvandi at fegnast um, men hetta hevði neyvan verið so, um ongin hevði ávarað.

Tí hava ávaringarnar ímóti og atfinningarnar av fiskivinnunýskipanini verið heilt uppá sítt pláss. Samgongan hevur sjálv innsæð, at skipanin var ov ógvuslig og umfatandi, og hevur lutvíst lagað seg eftir tí við at minka uppboðssøluna, og við at sleppa ætlanini um kvotur og veiðigjøld, í hvussu er í hesi atløguni. Tað merkir ikki, at tað var skeivt at ávara og finnast at upprunaligu ætlanini. Tvørturímóti var tað at tala søkina hjá vinnulívinum í Norðoyggjum.

Síðani verður skrivað, at “Trý sjúkrahús í einum landi (øki) við 51-52.000 íbúgvarunum er serstakt, um vit hyggja eftir londum kring okkum.”, og her verða vit á redaktiónin noydd at spyrja, hvørjum londum lokalfelagið hevur hugt at. Hetland og Orkneyoyggjarnar hava hvør sítt sjúkrahús til umleið 22.000 fólk hvørt, og hesi hava aftur fleiri sjálvstøðugar deildir. Á Svalbard eru tvey sjúkrahús, eitt í Longyearbýnum og eitt í Barentsburg. Íbúgvaratalið á Svalbard er umleið 4.000 fólk. Í Íslandi eru gamaní bara tvey stór sjúkrahús, men tey hava harumframt 12 “Heilbrigðisstofnar” kring um alt landið.

Sama er støðan í Grønlandi. Umframt Dr. Ingrids Hospital í Nuuk eru smærri sjúkrahús kring landið. Í Ilulissat eitt við 25 songum. Einari song meira enn Klaksvíkar Sjúkrahús. Í Manitsooq eitt við 27 songum, Sisimiut eitt við 21 songum. Og so framvegis. Tað er givið, at um vit samanbera við Danmark, koma vit fram til at har eru bara umleið 90 sjúkrahús til yvir 5 milliónir, men tað er tætt eitt bygt, nærum púra flatt land. Føroyar eru eitt oyggjasamfelag og mugu samanberast við onnur oyggjasamfeløg.

Fyri at taka samanum, so varð støði tikið í upprunaligu ætlanini við seinni broytingum, tá funnist varð at fiskivinnunýskipanini, og vit eru noydd at innrætta okkara sjúkrahúsverk eftir teimum fortreytunum, sum eru galdandi í Føroyum. Vit kunnu tí bara siga, at Norðlýsið er fult og heilt samd við tjóðveldistingkvinnuni úr Norðoyggjum, tá hon tann 25. august 2015, eina viku fyri løgtingsvalið skrivar:

Nú stendur um føðingina verður sagt, tá avgerandi løtan er komin. Ætla vit at varðveita ekspertisuna at taka í móti børnum, so skulu vit fara undir at skipa føðideild aftur á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Og tað er púra sjálvsagt fyri mær, at Norðoyggjar hava eina føðistovu.”

Hesi orðini hava vit á Norðlýsinum sera góðan hug at gera til okkara, og lata tey tí vera seinastu orðini í hesi grein.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett