Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Dávur Winther

Eg nytti einki í mær sjálvum

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  18.12.2018 - 17:09 Tíðindaskriv Vinna

- Í mínari verð má tað geva meining at arbeiða. Tað vil siga, at tú mást hava eina ella aðra ávirkan á arbeiðið – og tú mást hava áhuga í arbeiðinum.

Soleiðis sigur Frimodt Rasmussen, stjóri á KSS, sum var valdur Ársins Leiðari á Leiðaradegnum 2018.

Frimodt Rasmussen skal halda fyrilestur á Leiðaradegnum 2019, har yvirskipaða evnið er spurningurin um alt skal geva meining.

- Alt má hanga saman í eini fyritøku – tí eg nytti einki í mær sjálvum. Um eg eri burtur ein dag, arbeiðið koyrir akkurát líka væl, sigur Frimodt Rasmussen.

- Spurningurin um alt skal geva meining, hevur mín áhuga, og tað fari eg at halda fyrilestur um á Leiðaradegnum 2019.

 - Tú skal tíma tað tú gert, tað skal vera ein meining við at koma til arbeiðis. Tað skal ikki bara vera nakað, sum tú ert noyddur at gera fyri at fáa tingini at hanga saman.

- Sjálvt um fólk skulu hava ávirkan á sítt arbeiði, so má man eisini ansa eftir, at tú ikki ger tað soleiðis, at fólkið bestemmar alt sjálvt, so fer alt í sjálvsving. Tað ræður um at duga at leiða, sigur Frimodt Rasmussen.

Leiðardagur 2019 verður á Hotel Føroyum 25. januar og áhugin at luttaka er stórur. Tilmeldingin fer fram á www.synergi.fo.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…
Júka upp í saman
Norðlýsið á gøtuni
Adrenaline á Summar Festivalin
Veðrið í vikuni
Norðingur bjóðar Klaksvíkingi og Nólsoya…
KÍ kvinnur­nar vunnu í Gundadali í dag
Ferðavinnan í Klaksvík sera stórar vakst…
Mjølnir endaði kappingarárið við dupultu…