Lýsing
Lýsing
Lýsing

Høgni Hoydal er líka snildur sum frekur

SKRIVAÐ: Hans Joensen, form. í Havnar Framburðsfelag   |  18.12.2018 - 22:32 Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Seinasta lokabragdið hjá tí “gjøgnumskygda”, “nærlagda” og “treytaleysa” landstýrismanninum í fiskivinnumálum upplivdi Føroya fólk, nú hann legði uppskot fyri tingið bert við einum ÁRSTALI á.

Samgongan er á rokinum um, hvussu nógvar miljónir fiskivinnan skal bløða niður í landskassan í 2019. Tað fixar Hoydal bara við uppskoti um at ræna “hjallin á sjónum” hjá føroyingum fyri 145 mió kr uttan so frægt sum at nevna upphæddina.

Fiskimenn skulu næsta ár gjalda Tjóðveldi 75 oyru kilo fyri sild, hóast sildin hevur mist næstan helvtarvirði. Tað svarar til tvífaldað veiðigjald sum lutfall av søluprísinum. (Makrelurin rindar í 2019, sama sum í ár, 1 krónu kilo og svartkjafturin 20 oyru kilo).

Tað er gamalt, at landskassin skal onga krónu taka inn ella brúka, uttan at løgtingið við lóg greitt heimilar tí.

Høgni Hoydal er so snildur, at hann mingulerar henda trupuleika við at áleggja fiskivinnuni 145 mió kr í meirútreiðslu við einum lógaruppskoti við bert einum ÁRSTALI á.

Um løgtingsmenn ikki eru samdir við Hoydal og atkvøða ímóti, so fær landskassin ikki 145 mió kr., men 0 kr. í inntøku frá hesi keldu.

“Tað ræður um at snúgva sær,” hugsar landstýrismaðurin.

 



Lýsing
Seinastu tíðindini
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi