Lýsing
Lýsing

Sjúrður Skaale: Sirið Stenberg helst sagt ósatt fyri Løgtinginum og eigur at verða tikin av ræðið

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  19.12.2018 - 08:18 Politikkur Tíðindi

Í drúgvari grein í Sosialinum í dag skrivar Fólkatingslimurin hjá Javnaðarflokkinum, Sjúrður Skaale, at Sirið Stenberg helst hevur sagt ósatt fyri løgtingið í samband við tilboðið frá NOVO-grunninum og hann mælir til at landsstýriskvinnan verður tikin av ræðið.

Dagsins Sosialur hevur eina drúgva grein, har fólkatingslimurin hjá Javnaðarflokkinum kemur við álvarsamun skuldsetingum móti landsstýriskvinnuni í Heilsumálum, Sirið Stenberg.

Sjúrður skrivar m.a. at:

…… Handfaringin av tilboðnum frá Novo-grunninum er merkt av ósannindum, illgitingum og atgerðarloysi. Tað kann bæði kosta okkum ein viðgerðardepil fyri fólk við sukursjúku og tíggjutals milliónir til heilsugransking. Nú má landsstýriskvinnan broyta kós – ella takast av ræði ……

….. Í sínum svarum til Løgtingið ger Sirið Stenberg púra greitt, at ”fundurin okkara millum snúði seg ikki um at byggja eina miðstøð fyri diabetes í Føroyum.”
Tað hóskar ikki bara illa saman við tí, onnur hava sagt. Tað hóskar faktiskt eisini illa saman við tí, sum Sirið sjálv hevur sagt. Tí í drúgvari samrøðu við útvarpið 12. desember tosaði sama Sirið fleiri ferðir um eitt tilboð. Hon segði m.a. hesi orð: ”Á tí kunnandi fundinum, sum var her, tá varð tað bara snakka um eitt tilboð, sum var ein diabetesmiðstøð inni á sjúkrahúsverkinum.” ….
 

..... Grunnurin hevur gjørt avtalu um at fíggja fimm diabetes-sentur í Danmark og eitt í Grønlandi. Íløgan í Føroyum skuldi vera tað sjeynda sentrið. 
Allar hinar verkætlanirnar eru nú í gongd. Men ikki tann í Føroyum.
Higani bíðaði grunnurin fyrst eftir svarið í fimm mánaðir. So fekk hann eitt nei takk. Og so bleiv hann av landsstýriskvinnuni og hennara partafólkum við ógrundaðum illgitingum lagdur undir at vilja koma inn í føroyska heilsuverkið sum ein annar gjeyka-ungi og taka frá okkum rættin at taka avgerðir og ráða sjálv.....


Hetta skrivar Sjúrður Skaale m.a. í drúgvari grein í dagsins útgávu í Sosialinum. Í greinini verður nógv av tí sum tingkvinnan, Anita á Fríðriksmørk, segði í Dag og Viku gjárkvøldi afturvíst.

Fólkatingslimurin hjá Javnaðarflokkinum greiður frá at hann ígjøgnum sítt arbeiði hevur kent til tilboðið frá Novo í eina tíð.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…