Lýsing
Lýsing
Lýsing

Politiska mentanin er sjúk

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.12.2018 - 09:35 Leiðarin Politikkur

Alt skuldi vera so gott, tá vit fingu Stýrisskipanarlógina og Løgtingslóg um ábyrgd landsstýrismanna. Men vit kunnu bara ásanna, at ongin skipan er betri enn fólkini í henni. Og somuleiðis, at tað ikki ber til at broyta ta politisku mentanina við lóggávu eina.

Nógvar drúgvar røður vórðu hildnar í nátt. Løgtingslimir skiftust um at tosa um ábyrgd og um tað neyðuga í at kunna hava álit á skipanini. Eina góða løtu vóru teir ikki í skotgrøvunum, og leingi tóktust tingfólk at vera á einum máli um, at skuldu fólk kunna hava álit á skipanini, var tað avgerandi, at landsstýrisfólkini tóku ábyrgd og tóku neyðugar avleiðingar.

Men tá klokkan var farin eitt sindur av trý í nátt, og atkvøðugreiðslan var á skrá, vóru øll til at kenna aftur. Samgongufólk vóru aftur fyrst og fremst samgongufólk og atkvøðugreiðslan var júst, sum øll høvdu væntað. Samgongan atkvøddi ímóti, andstøðan fyri, uttanflokkatingfólk blankt, og málið fall.

Løgtingið fer nú í jólafrí í ein mánað ella so eftir at hava givið Landsstýrinum carte blanche at halda áfram óbroytt. Og gerandisdagurin í Landsstýrinum er tann sami. Í Mentamálaráðnum er alt við tað gamla, og í Samferðslumálaráðnum skal landsstýrismaðurin bara orða eina starvslýsing eftir einum nýggjum landsverkfrøðingi. Frákoyrdi landsverkfrøðingurin verður tí helst tann einasti, sum málið um Glasir fekk nakra avleiðing fyri. Og hann fær frí við eini trivaligari ársløn sum plástur uppá sárið.

Eftir situr borgarin sum sligin á rættvísiskensluna. Ongin politisk ábyrgd, kann tað vera rætt? Kann man veruliga brúka nógvar milliónir í heimildarloysi og so bara geva einum stjóra eina klekkiliga fráfaringarløn, og so bert venda aftur til gerandisdagin? Ikki sambært stýrisskipanarlógini, men meirilutin ræður, og hvat hendir, tá meirilutin er við uppá óreglusemið?

Tað er tíverri har til, vit eru komin nú. At nóg nógvir politikarar eru við uppá tað og tí halda hondina yvir hvørjum øðrum. Tí í teirra mentan er hetta í lagi, sum er farið fram.

 

The show must go on

Landsstýrisfólkini átala ikki óreglusemi og fara bara í tingið at biðja um meira pengar til at fíggja tað. Løgmaður átalar tað heldur ikki, men stuðlar sínum landsstýrisfólkum fult út. Úti í fólkinum veksur frustratiónin seg bara størri og størri, og fólk øsa seg, tí politikararnir ikki standa við ábyrgd. Andstøðan fangar momentum og leggur misálitisuppskot fram, og samgongan brúkar tað sum høvi til at siga, at eisini hon er ónøgd við hetta, sum er farið fram.

Borgarin væntar eitt slag av forloysing, antin at landsstýriskvinnan leggur frá sær, ella at misálitið fer ígjøgnum. Hendan forloysingin kemur ongantíð, og tí eru fólk nú uppaftur meira frustrerað enn áður. Løgmaður roynir at sløkkja eld við at siga, at landsstýrismálanevndin ella løgmansskrivstovan nokk skulu fara at kanna tað, men hvat nyttar tað? Niðurstøðan er uttan iva gjørd frammanudan, eins og hon var tað til misálitisuppskotið.

 

Ongin orsøk at kanna meira

Fólk duga væl at rokna út longu nú, hvat ein tílík kanning fer at siga. Júst sum tey kundu rokna út frammanundan, hvat misálitisuppskotið fór at enda við. Tað er ikki neyðugt at gera eina niðurstøðu afturat um, at samgongan og løgmaður fegin vilja hava Rigmor Dam at halda áfram, hana hava vit longu fingið.

Nú fara tingfólk so í jólafrí. Eftir stendur eitt landsstýri, sum heldur seg hava sigrað, men eisini túsundtals frustreraðir føroyingar, sum framvegis onga forloysing hava fingið uppá sítt krav um at fáa ábyrgd inn í politisku skipanina.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum