Lýsing
Lýsing

Sætta jólahaldið í KFUM & K í Klaksvík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.12.2018 - 15:14 Mentan Tíðindi

Eins og í KFUK í Havn, verður aftur í ár skipað fyri jólaaftanshaldi í KFUM & K í Klaksvík fyri tey, ið ikki hava nakran at halda jól saman við. Seinastu fimm árini hevur Pól Johannessen, trúboðari, saman við familju síni, skipað fyri jólaaftanshaldinum, men í ár eru tað hjúnini Dagny Miðskarð & Finn Anthoniussen, sum skipa fyri.

– Vit halda, at Pól og familjan hava gjørt eitt stórt arbeiði í fleiri ár, og hesaferð bjóðaðu vit okkum fram, tí tað ger einki, um fleiri í meinigheitini skiftast um at røkja hesa tænastuna, sigur Dagny.

Skráin verður tann sama sum undanfarin ár.

– Byrjað verður kl. 18, og vit fáa ein góðan jóladøgurða við øllum, sum hoyrir til. Aftur í ár eru tað fólk í KFUM & K, sum koma við øllum tí ymiska matinum og tilhoyrinum. Á skránni verður annars ymiskt hugnaligt. Jólaevangeliið verður lisið, vit syngja jólasálmar saman, dansa um jólatræið, hava spurnarkapping og øll fáa jólapakka, sigur Dagny.

Í fjør vóru 13 fólk tilsamans, tá trúboðarin og familjan eru tald við.

Til ber at boða frá luttøku fram til fríggjadagin á telefon 580859.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ferðamanna­skip í havsneyð
Veiðigjøld­ini helst av ongum
Christianskirkjan bjóðar morgunmat
Hesir byrja móti Malta í kvøld
Enn er eitt sindur av vindi
Høgni Hoydal hóttir feðgarnar á Norðlýsi…
SEV velur ikki ta skilagóðu loysnina fyr…
Bindibloggan – Majken Hammer - Tráðurin
Kjósan: Ársins ferða­vinnu­fólk, Ársins ný…
Seta tiltøk í verk fyri at minka um plas…
Føroyingar søkja um limaskap í WorldSkil…
KÍ kvinnur­nar spæla toppdyst móti ÍF/­Vík…
Versnandi viðurskift­ini millum NATO og R…
Norðoya Sparikassi 14,2 milliónir í avlo…
Veðrið í dag - dagført
Norð­oyingar­nir í samgonguni formenn
Hvat siga tøl so sum vekt og BMI, um hei…
Afturlatin uppboðssøla á Vørn tann 21. m…
Hvat vil tú hava: písk ella gularót?
Hvønn týdning hevur eitt gott kappingarf…
Lýsing