Lýsing

"Hann er beinini hjá pápa"

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  21.12.2018 - 22:41 Mentan Myndarøð Tíðindi

Millum annað tað, segði Jógvan Skorheim, borgarstjóri, tá hann helt røðu í Klaksvíksgarðinum í kvøld, í samband við Jólaskipið og tilatakið Ársins Rósu. Niðanfyri er røða borgarstjórans:

Góðu tit øll

Góðu jólamenn og tit umborð á Jólaskipinum

Góðu mammur, pápar, ommur, abbar – og mest av øllum góðu børn

- - -

Takk fyri, at tit eru komin so fjølment higar í Klaksvíksgarðin í dag.

Her vita vit øll, at tá ið Jólaskipið er komið, TÁ eru jólini komin – og tað er øðiliga spennandi.

- - -

Vita tit, hvør dagur er í dag?

Í dag er 21. desember, tvs. vit eru komin til dagin, har tað er stytst ljóst, og tað blívur skjótast myrkt um kvøldið.

Men tað merkir eisini, at í dag byrjar sólin at ferðast norðuraftur til okkum fyri at geva okkum eitt nýtt summar við sól og hita, og har tað at enda er ljóst næstan alla tíðina.

Eg elski hesa løtuna, tá ið sólin byrjar at ferðast aftur hendanvegin, tí tá gleði eg meg so nógv til várið og til summarið

Hetta minnir okkum á, at vit nú á jólum gleðast um eitt enn størri ljós enn sólina, sum kom av Himli og inn í hendan heim fyri at geva øllum menniskjum nýggja vón og nýtt lív.

Tað er Jesus, sum vit á jólum minnast, at hann varð føddur.

- - -

Fleiri fólk, sum eru burturi í øðrum londum og arbeiða ella ganga í skúla– tey eru nú komin heim at halda jól saman við okkum, og tað er so deiligt.

Tað er stuttligt at síggja andlitini hjá hesum fólkum, sum eru komin heim til jólar, og sum eru góð við sín heimstað.

Soleiðis skal tað vera á jólum. Tá steðga vit á. Tá fara vit ikki út – nei, tá fara vit inn, vit fara heim – tí á jólum eru vit saman við teimum, sum eru okkum kær, okkara nærmastu, familja og vinir.

Nú skulu vit ikki gera so nógv saman – nei, allarmest skulu vit bara vera saman

– eg gleði meg so nógv

- - -

Slagorðið fyri ársins rósu er eitt vers í Bíbliuni, og tey orðini eigur Harrin Jesus sjálvur, har hann sigur, at “Sælari er at geva enn at fáa”.

At vera sælur merkir at vera glaður og lukkuligur – tvs. tað er ein serlig gleði og lukka at hjálpa øðrum.

Hjá summum fólkum er hendan gleðin størri enn hjá hinum, og um eina løtu fara vit at heiðra ein slíkan persón við heiðrinum “ársins rósa fyri árið 2018”.

– vónandi er tann persónurin her nú í dag

- - -

Ein av teimum, sum ársins rósa 2018 hevur hjálpt nógv, hevur ein son, sum vit hava spurt, og hann sigur m.a. hetta um hann:

“Í hesum tíðum, har øll hava ringa tíð og hava nógv um at vera, tá tekur hann sær stundir at koma inn til okkum og “bara at vera har”. Hann er empatiskur, umsorganarfullur og hann er nærverandi”.

Víðari fortelur hesin unglingin:

“Hann kemur dagliga inn til okkara, heilsar uppá, og er tær “heitu hendurnar” um okkara familju og okkara hús”.

Ársins rósa 2018 er sostatt í ár eitt mannfólk – og tey, sum kenna hann, siga, at “hann ger ikki mun á høgum og lágum, men er líka ímóti øllum”.

Tú leggur ikki merki til hann, og hann ger heldur einki burtur úr sær sjálvum, men í lítillætni hevur hann í nógv ár gjørt eitt trúfast, stillført og ólønt hjálpararbeiði, har hann hevur víst og vísir umsorgan fyri sínum egna nærumhvørvi.

- - -

Tey, sum standa honum nær, og sum njóta gott av hansara hjálpsemi, siga m.a. hetta um ársins rósu 2018:

ïHann er altíð klárur at hjálpa,
ïSmílandi,
ïSkjótur at taka initiativið, um nakað skal gerast
ïÍ summar tók hann stig til at hjálpa pápa at mála húsini hjá okkum
- - -

Men hvat tað er, sum drívur ein mann til at vera so hjálpsamur og brúka tíð upp á onnur?

Hetta hava vit spurt fólk, sum kenna ársins rósu 2018 væl, og tey siga soleiðis:

“Eg haldi, at tað liggur bara í honum at nokta fyri, at fólk skulu líða og onga hjálp fáa”!!

“Hann vil sleppa at ganga eina eyka míl, fyri at onnur ikki skulu líða”!!

- - -

Er tað ikki gott, at vit hava slík fólk okkara millum? Vit hugsa kanska ikki um tað, og síggja tað heldur ikki so væl, men er tað ikki gott?

Víðari sigur ein í familjuni soleiðis:

“Hann er ikki bara til staðar – hann er eisini beinini hjá pápa”!!

“Hann kemur niðan til okkum, og so sita hann og pápi og tosa um tónleik”

“So fara teir ein túr”

“Alt tað, eg minnist, var hann um ein eldri mann í okkara familju – hann hevur altíð verið har – tikið ábyrgd av húsinum – gjørt mat og trilla hin gamla út á beinkin í Víkunum, so hann kundi sita har saman við vinmonnum og práta – og so aftur eftir honum seinni um dagin.”

- - -

Góðu tit øll

Eg havi nú greitt frá nøkrum av grundgevingunum fyri at velja ársins rósu 2018.

Og kanska onkur tykkara nú hevur gitt navnið á honum, sum uttan nakað stórvegis uppmerksemi frá øðrum soleiðis hevur hjálpt øðrum í sínum egna nærumhvørvi.

Slagorðið fyri ársins rósu er, at “tað er sælari at geva enn at fáa”.

Hesin er tí ein ógvuliga hóskandi og virðiligt val.

 


Góðu tit!

ÁRSINS RÓSA 2018 er

WALTHER BALDWIN

Lýsing
Seinastu tíðindini
Klaksvíkar Sjónleikara­felag leitar eftir…
Skrið seinnapartin
Spennandi vinnufundur í Spania­stovu
Krúnprinsu­rin á Norð­oyastevnu
Flaggsigling 2019
Eru í ferð við at venda avlopið til hall
Royal Run verður í Klaksvík 
Býráðs­leiðslan eigur at greiða frá “sjál…
Búi Egilsson til NSÍ
Høgættin kemur aftur í nátt
KÍ kvinnur­nar fingið tilgongd
Dupultmoralskt dupultmandat
Team Klaksvík spælir í Vestmanna mikukvø…
Undirhúsið feldi uppskotið: Misálit reis…
Team Klaksvík fingið nýggjan málverja
Henrik Old á Fólkating
Útoyggja­stuðulin hækkaður 300.000 krónur
Ófiltrerað Slupp í 0,7 L fløsku
Skorheim spyr um fríhandilssátmála við B…
Ósamsvar millum løgfrøðiligt notat og “a…