Lýsing
Lýsing
Andru rør sjálvur annar út við glastrevjabátinum Stakkavík og seinasta tíðin hevur roynst væl

Mín framtíð er heilt víst á sjónum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  22.12.2018 - 19:45 Mentan Tíðindi Vinna

Norðlýsið hevur hitt hin 28-ára gamla Andru Poulsen, skipara á Stakkavík og fyrrverandi leikara hjá EB/Streymi, til eitt prát. Komið verður inn á barndóm, skúlagongd, ungdómstíð og serliga áhugan til sjógvin.

Andru Poulsen varð sum 2 ára gamal ættleiddur úr Columbia til Føroyar. Ættleiðingarforeldrini eru Anna Maria Jákupsdóttir og Pól Andreas Poulsen, og Andru sleit sínar barnaskógvar við Ljósáir. Alt tað hann minnist frá barnaárunum hevur útróður verið ein partur av gerandisdegnum. Pápin Pól Andreas róði, abbin tað sama, og ein kann siga, at innløgumenn búði sostatt næstan í hvørjum húsið við Ljósáir. Andru greiðir við einum skálkasmíli frá, at smádreingirnir blivu meira ella minni eitt sindur “miljøskaddir” av hesum.

Andru gekk fyrst í Eiðis Skúla og síðani í framhaldsdeildini á Oyrarbakka. Uppvøksturin vid Ljósá var ein dreingjadreymur. Sum smádreingir bleiv sera nógv tíð nýtt nidri í fjøruni, har teir plagdu at fiska í sjónum og fanga síl vid ósan, har sjósílini plagdu at koma niðan. Eisini varð sera nógv tíð brúkt at hjálpa pápa og abba at egna og rekja í skúrinum. Andru minnist, at sum 9-ára gamal hevði hann egnt fyri sína fyrstu fartelefon, sum var ein Nokia 3330. Hetta var í tíðini, tá spælið Snake var eitt ordans hitt.

Sterkastu minnini eru serliga tær løturnar, tá hann slapp við til útróðrar á Norðhavinum. Frælsið at vaksa upp í eini tílíkari bygt var sera stórt. Púra frítt at fara fara oman í fjøruna at fiska og fanga krabbar o.s.fr.

Andru og teir plagdu at rógva nakað út um brimgarðin vid einum lítlum tristi hjá abba Andru og royna eitt sindur við snøri og at seta ein stamp av og á. Tað var longu tá, at teir funnu útav, at longri út man fór, djýpri bleiv tað, men tað merkti eisini, at fiskarnir blivu størri. So tann eina dagin, tá hann var um 11-12-ára aldur, avgjørdi Andru at fara einsamallur avstað, áðrenn nakar annar var vaknaður, og róði so nakað út frá. Áðrenn hann visti av, hevði Andru róð til Haldórsvíkar, og á kaiini har stóð støddfrøðilærarin Heðin og tók ímóti, og spurdi, hví Andru ikki var í skúla.

Áhugin hjá Andru til skúlan var aldrin tann stóri. Hugurin til sjógvin og fiskarí var so mikið stórur, at Andru metti hann sum eini vísindi fyri seg, og tað ger hann enn tann dag í dag. Andru fór til skips sum 13-ára gamal, fyrstu ferð við Morgunstjørnuni. Hann greiðir frá, at hann minnist, at hann mundi siglt av í sjóverki og lovaði, at tað bæði skuldi vera fyrstu ferð og seinastu ferð. Men tá ið teir komu aftur og lastin var landað, var alt gloymt og man sá fram til næstu summarferiu. Síðani fór Andru 2 túrar vid Sigmundi sum 14-ára gamal, og sum 15-ára gamal var Andru so mikið heppin at sleppa umborð á Finn Fríða, har hann eg við eina summarferiu. Síðani gjørdi hann 9. flokk lidnan og fór til skips aftur.

Sum 17-ára gamal avgjørdi Andru at fara á FHS, og gjørdi seg lidnan har. Sum 19-ára gamal byrjaði hann á studentaskúlanum, og bleiv liðugur har í 2012. Harnæst byrjaði Andru í 2013 á Fróðskaparsetrinum at lesa Umhvørvis- og orkuverkfrøði, men hann valdi at gevast aftur í 2014, tí tað bleiv ov nógv. Um hetta mundið hevði hann júst skrivað undir sáttmála við EB/Streym, koyrdi ímillum frá Klaksvík til Tórshavnar, og samdøgrið var heilt einfalt ov stutt.

 

Andru hevur í nógv ár verið virkin sum DJ á dansistøðum kring landið

 

Í 2016 gavst Andru við at spæla fótbólt og fór aftur at sigla, tá til gamlar gøtur til útróður, eins og við Norðsøka, sum hann kendi væl frá Eiði av.

Skiparin á Norðsøka, Eyðolvur Vang, gav Andru tjans umborð, og har var hann í góð 2 ár. Andru sigur, at hann kann róliga siga, at alt sum hann dugir í dag viðvíkjandi streymi og fiskaríi, hevur hann lært frá Eyðolvi.

“Hann man vera tann besti skiparin eg havi havt nakrantíð, bædi tá tað kemur til at vera undangongumaður á dekkinum og til ágrýtni og viljan at fáa fisk! Ein sonn fyrimynd.”, vil Andru siga.

- “Hetta er tað, eg eri uppvaksin við, og eg má siga, at tað var sera lætt at taka avgerðina at fara føra Stakkavík, tí eg havi fingið sera góda hjálp frá monnum rundan um meg. Teir garvaðu útróðrarmenninir hava tikið væl ímóti mær í flotanum og hava hjálpt mær væl í gongd. Eisini havi eg vera sera heldigur at hava góðar vinir, sum hava hjálpt sera væl til í skúrinum og at fáa byrjan á.”, greiðir Andru frá.

Í dag er so at siga fullur skúrur hvønn dag, tá ið teir hava verið úti, og viðrar væl, so gera teir 4 til 5 túrar um vikuna. Makkarin, Rói Dam av Norðskála, er einans 20-ára gamal og arbeiðir fyri 2 mans umborð, heldur Andru. “Hann hevur hjartað á einari leyvu”, leggur hann afturat. Andru endar við at siga, at hann veit enn ikki at siga, hvat hann fer at gera í framtíðini, men at óansæð hvat tað verður, so verður tað heilt vist á sjónum.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ferðamanna­skip í havsneyð
Veiðigjøld­ini helst av ongum
Christianskirkjan bjóðar morgunmat
Hesir byrja móti Malta í kvøld
Enn er eitt sindur av vindi
Høgni Hoydal hóttir feðgarnar á Norðlýsi…
SEV velur ikki ta skilagóðu loysnina fyr…
Bindibloggan – Majken Hammer - Tráðurin
Kjósan: Ársins ferða­vinnu­fólk, Ársins ný…
Seta tiltøk í verk fyri at minka um plas…
Føroyingar søkja um limaskap í WorldSkil…
KÍ kvinnur­nar spæla toppdyst móti ÍF/­Vík…
Versnandi viðurskift­ini millum NATO og R…
Norðoya Sparikassi 14,2 milliónir í avlo…
Veðrið í dag - dagført
Norð­oyingar­nir í samgonguni formenn
Hvat siga tøl so sum vekt og BMI, um hei…
Afturlatin uppboðssøla á Vørn tann 21. m…
Hvat vil tú hava: písk ella gularót?
Hvønn týdning hevur eitt gott kappingarf…
Lýsing