Lýsing
Lýsing
Lýsing

Mjølnir hevur lið í øllum deildum

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  28.12.2018 - 16:24 Ítrottur Tíðindi

(Grein úr Norðlýsinum fyrr í vetur) Mjølnir fyllir 40 ár í ár og hevur tað gott. Felagið er umboðað í øllum deildum hjá kvinnum og monnum og framtíðarútlitini eru góð, staðfestir formaðurin Jóhann Lützen.

 


Eitt av stóru og elstu flogbóltsfeløgunum er Mjølnir úr Klaksvík. Bæði kvinnur og menn vunnu meistaradeildina fyrstu trý árini, sum hon bleiv spælt árini 1986-1988. Sum heild hevur Mjølnir vunnið nógv gjøgnum tíðina. Seinnu árini hava úrslitini verið meira óstøðug, har bestu liðini hava bygt upp við ungum leikarum. Í fjør hevði besta mansliðið sítt besta ár í nøkur ár og náddi FM finaluni. Felagið hevur tað gott, tí nógvir leikarar eru í ungdómsdeildunum, serliga á kvinnusíðuni, meðan besta mansliðið ivaleyst aftur verður í oddinum komandi kappingarár.

 


Lið í øllum deildum

Formaður í Mjølnir hetta seinasta árið hevur verið Jóhann Lützen. Hann er væl nøgdur við støðuna í Mjølnir á ungdómsssíðuni.

- Mjølnir er eitt nógv vinnandi felag og hevur tað eisini gott í løtuni. Vit hava lið í øllum ungdómsdeildum. Vit hava sett ein útlendskan høvuðsvenjara í Phil Freere, sum er frá Avstralia. Hann tekur sær eisini av at skipa ungdómspartin og tryggjar góðskuna allan vegin niðureftir. Vit hava aðrar venjarar til øll ungdómsliðini. Tilsamans telur Mjølnir áleið 200 leikarar, har býtið kanska er áleið 60-40 til gentur. Vit hava júst havt ein tilmeldingardag fyri fyrstu ferð á henda hátt, og tað riggaði væl. Yngru deildirnar venja tvær ferðir um vikuna, meðan bestu liðini venja tríggjar-fýra ferðir um vikuna umframt at spæla dyst, sigur Jóhann Lützen við Norðlýsið.

 


Styrkta mansliðið fer eftir greipuni – Kvinnuliðið í uppbygging

Seinasta ár vóru Mjølnir menninir í FM finaluni, har liðið tapti 3-1 móti ÍF. Seinasta vikuskiftið var Fleyr kapping, sum er eitt slag av upphiting til landskappingina, har Mjølnir kom í finaluna, men tapti 2-1 móti Fleyr. Hinvegin er kvinnuliðið meir undir uppbygging.

- Í fjør komu menninir í FM finaluna, men taptu. Tveir leikarar eru farnir til Danmarkar. Vit hava síðani sett útlendskan leikandi hjálparavenjara í Phil Freere, meðan Thorvald Danielsen er hjálparvenjari. Afturat tí er onkur styrkur komin til liðið, so vit vóna at vera partur av oddastríðnum í ár. Hjá kvinnunum eru Marjun Kalsø og Berit Norðoy Vilhelmsen venjarar. Har hevur nógv útskifting verið síðani kvinnuliðið fyri nøkrum árum síðani vann alt í fleiri ár á rað. Summar blivu við barn og summar fóru av landinum í lestrarørindum. Onkrar eru byrjaðar aftur, men vit eru framvegis í gongd við eina uppbygging á kvinnuliðnum, sigur formaðurin. Kappingarárið í flogbólti koyrir frá september til apríl.

 


Mjølnir hevur góðar umstøður

Formaðurin í Mjølnir letur væl at umstøðunum og sigur, at tað er ikki ein trupulleiki at manna nevnd, fáa venjarar og fáa fólk at hjálpa til.

- Vit hava góðar umstøður og einki at seta fingurin á. Vit hava eitt gott samstarv við mentunarstjóran, Palla Ziskason, og leiðaran í Klaksvíkar Ítróttardepli, Torkil Mørkøre, og hava bara gott at bera Klaksvíkar Kommunu. Til dagligu uppgávurnar hava vit eina vælvirkandi nevnd, sum fær alt at hanga saman eins, og vit hava góðar stuðlar. Til heimadystirnar gera vit nógv burturúr við at hava DJ o.a., og vit vóna, at fáa nógv fólk í høllina at stuðla okkara liðum í vetur. Landskappingin byrjar hetta vikuskifti. Mjølnir fyllir eisini 40 ár í ár, og tað ætla vit at markera seinni. So samanlagt haldi eg, at Mjølnir hevur eina ljósa framtíð, sigur Jóhann Lützen, formaður í Mjølnir, at enda við Norðlýsið.

 

 

 

Lið hjá Mjølnir í 2018/19:

Kids 1.-2.-3.-4. flokk gentur og dreingir

Gentur og dreingir U12

Gentur og dreingir U14

Gentur og dreingir U16

Meistaradeild kvinnur

Meistaradeild menn

Umframt onnur lið í vaksnamannadeildum, sum bara eru við til kappingar.

 


Fakta um Mjølnir:

Stovnað: 18. september 1978

Føroyameistaraheitir, kvinnur: 15

Føroyameistaraheitir, menn: 7

Steypavinnarar, kvinnur: 7

Steypavinnarar, menn: 3

Íðkandi limir: 200

Høvuðsvenjari og høvuðsungdómsvenjari: Phil Freere (Avstralia)

Heimavøllur: Badmintonhøllin

Venjingarhallir: Fimleikahøllin, Badmintonhøllin og KÍ høllin

Nevnd: Jóhann Lützen (formaður), Marjun Kalsø (næstforkvinna), Berit Norðoy Vilhelmsen (kassameistari), Vera Larsen (skrivari) og Gaja í Brekkuni (nevndarlimur). Tiltakslimir eru Elisabeth Purkhús, Amanda Johannessen og Elisa Heldarskarð.

Umboðsfólk: Tina Purkhús

Limagjald: 500 kr. Fyri vaksin og 300 fyri ung/børn yngri enn 18 ár

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…