Lýsing
Lýsing
Lýsing

So skutla tey sína egnu skrubbu

SKRIVAÐ: Búi Tyril  |  28.12.2018 - 14:17 Lesarabrøv Politikkur Vinna

Eitt er at leggja okurs avgjøld á eina vinnu, eitt annað at innsíggja tað stuttskygda í tí, serliga nú ið tíðirnar knappliga ikki eru so gyltar sum tær vóru tá ørvitisdreymar um veldigar pengastreymar fyri einki flutu frítt í Føroyum. 


Øsing kann vera ein løgin og long tilgongd, sum ikki helmar í fyrr enn hennara ofta ógreiða mál knappliga, gjarna óvæntað og brádliga, er fullført í skuffilsi og uttan skuggan av tí klimaxi sum so ella so mundi liggja í luftini, lovað ella fyrigyklað við støði í ongum øðrum enn óroyndum lenistóla ástøði og hugmyndafrøði. 


Var tann váti dreymurin at súgva so ríkiligt sum yvirhøvur gjørligt burtur úr nøkrum heilt fáum vælkoyrandi fiskiskipum og harvið fáa ein stóran sjálvvirkandi streym av peningi at renna inn í teir almennu kassarnar, fyri soleiðis at fáa ein sjálvvirkandi streym av peningi at renna inn í teir almennu kassarnar, fyri harvið at gera lívið søtari og søtari fyri tey sum sleppa at forvalta ‘fólksins ogn’, sektin á hvat tað kostar øllum hinum og samfelagnum sum heild? 

 

Men har var jú talan um ‘yvirnormalan vinning’ og einar tvær milliardir klárar at heinta inn við hjálp av einari nóg umfatandi nýskipan av fiskivinnuni, ha? 


Ja, aftan á drúgva trúttan í tíðindamiðlum ár eftir ár eftir ár, eydnaðist tað so við og við at vinna nóg stóra undirtøku fyri einari hvørvisjón sum beyð tí politiska apparatinum at seta risastór almenn súgvirør á fiskivinnuna og samstundis tvangsinnleggja hana til uppboðssølu av fiskirættindum. Heilt himmalskt, hildu vist mong. 


Men longu eitt ár aftaná at lógin um fyrisiting av sjófeingi varð innførd, man hol nú koma á bløðruna hjá fleiri, meðan veruleikin pikkar alsamt harðari á hurðar og vindeygu, sjálvt heima í høvuðsstaðnum. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…