Lýsing
Lýsing
Lýsing
Klaksvík er Norðoya móðir | Mynd: Petur Martin Solmunde

Gott nýggjár!

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  31.12.2018 - 06:00 Leiðarin Tíðindi

Á nýggjárinum hyggja vit aftureftir at framdum verkum og seta okkum nýggj mál frameftir. Á blaðnum hevur gingið væl síðani eigaraskiftið 16.02.2017. Við somu starvsfólkamegi framleiða vit meira av tí sama, umframt at nýtt tilfar legst til.

Blaðið kemur bæði títtari út í pappírsútgávu og longur út millum fólk, eins og vit framleiða umleið 100% meira greinar til heimasíðuna, har meginparturin er eginframleiðsla. Nýggjasti sprotin, vit eru farin undir, er eitt eldrablað, ið kallast Fyndin, og sum kemur út eina ferð um ársfjórðingin. Við teirri góðu móttøku blaðið hevur fingið er lítið at ivast í at Fyndin er komin fyri at verða. 

Hvørt ár gevur og tekur. Til øll sum hava mist ein kæran í 2018 skal ljóða ein samkensluheilsan, við vón um at 2019 fer at veita endurnýggjaða styrki og troyst.

Ofta verður sagt, at tað ikki er vegna veðrið, at nakar býr í Føroyum. Tað passar uttan iva, men sanniliga kann tað vera fyri náttúruna, at fólk býr her. Inniløgumentan, veiðimannalyndi, seyðahald og okkara matsiðir eru avgerðandi orsøkir at vit byggja enn hetta landið. Fá onnur pláss í heiminum, eru eins vøkur og Føroyar, og hetta ger, at mong ferðafólk vilja hendanvegin. 

Í 2018 hevur náttúran víst fleiri av sínum góðu síðum, ikki minst við stórari fiskieydnu. Tey sum hava fylgt við á Norðlýsinum hava her sæð eitt ótal av hugaligum rapporteringum um rokfiskiskap, serliga í seinnu helvt av árinum. Vónandi verður 2019 minst líka gott fiskiár.

2018 var eitt nýskipanarár á politiska pallinum. Tríggjar nýskipanir vórðu settar í verk, meðan ein fjórða fall burtur. Tað er neyvan at taka munnin ov fullan at siga, at ongin av nýskipanunum bleiv nær námind so víðfevnd, sum summi vónaðu og onnur stúrdu fyri. Í sjúkrahúsverkinum fingu vit 2. januar ein forstjóra, og stórt meira tykist ikki at henda. Fiskivinnunýskipanin er í stóran mun leinging av tí sama. Longdir fiskidagar, longd kilogjøld og møguliga longdar menningarkvotur. Uppboðssølan av 15% er einasta størra broytingin, og tí hevur fiskivinnunýskipanin ikki verið so ógvuslig, sum mong í vinnuni, í landnyrðings føroyum og vit her á Norðlýsinum óttaðust fyri.

Tann einasta stóra nýskipanin, sum veruliga eydnaðist, var Pensiónsnýskipanin hjá Eyðgunn Samuelsen. Hon er sjálvandi ikki bert populér, men tað eru nýskipanir ongantíð, og landsstýriskvinnan hevur sjálvandi rætt í, at tað at taka ópopulérar, men neyðugar, avgerðir, er ein tann mest týðandi uppgávan hjá einum landsstýrisfólki. Samd ella ósamd, so svitast ikki, at landsstýriskvinnan í almannamálum megnaði at fremja ein veruligan reform - enntá við hjálp úr andstøðuni. Frá januar mánaði fara pensionistar at fáa 1.000 krónur meira á bankakonto'ina eftir skatt.

Hyggja vit so frameftir, eftir hvat 2019 hevur at bjóða, so eru tvey ting vís: Vit fara bæði at fáa eitt fólkatingsval og eitt løgtingsval tað árið. Her ynskir Norðlýsið at lyfta sína uppgávu sum virkin partur av fólkaræðinum og bjóðar øllum valevnum og flokkum at lýsa í blaðnum og skriva valgreinar. Nærri verður at frætta um treytirnar fyri hesum, tá valini nærkast.

Á redaktiónini leggja vit til brots aftur beinanvegin eftir nýggjár, fyrsta blað verður á gøtuni mikudagin 9. januar og við same procedure as last year fara vit at viðgera árligu afturvendandi tiltøkini í Norðoyggjum, fyrst Norðurljós og Torradagar. Í Mai verður stóra sjóvinnustevnan Atlantic Fair í Klaksvík. Norðoyastevna í juni, Summarfestivalur og sjómannadagar í august og Norðurjól í desember. 

Vit hava bíða í spenningi eftir stóru verkætlanunum, sum fara at gera okkara bý enn betri at búleikast í. Fyrst í 2019 verður fyrsta stig av Miðbýnum tikið í nýtslu, eins og sjóhitaskipanin verður tað, stóra verkætlanin á Skúlatrøð verður klár til skúlabyrjan í august. Nýggjur breiðkaður vøllur við altjóða ljósviðurskiftum verður klárur til kappingarbyrjan.

Skaldið hugleiðir um menning og nørandi gróður í Norðoya prúðastu bygd, henda tilgongd heldur aldrin uppat og má verða okkara stevna. 

Við hesum fáum orðum vil Norðlýsið ynskja lesarum, hyggjarum, lýsarum, viðskiftafólki og annars øllum norðoyingum og føroyingum eitt gott nýggjár!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað