Lýsing
Lýsing
Lýsing

Havgásin veiddi sær eitt krutt á ársins fyrsta degi

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  01.01.2019 - 17:18 Mentan Myndarøð Tíðindi

Hesi seinnu árini í hvusu so er, hevur havgás verið fastur gestur á Borðoyarvík, og sum sást í dag, so verður 2019 onki undantak. Gott nýtt ár allir fuglavinir. Sagt verður um havgásina, at hon als ikki er nøkur gás, men eitt lómaslag, ið er amerikanskt fuglaslag, men at hon hevur breitt seg okkara veg og eigur eisini á Íslandi, men enn verður sagt at hon ikki eigur í Føroyum, hóast hon sæst her bæði summar og vetur.

Flott er hon at síggja og stórur fuglur. Jens Kjeld Jensen sigur í bók síni, at hon blívir upp ímóti 90 centimetrum til longdar.

Í dag fekk eg hesar myndirnar við Mækjuvík og Hellisenda. Sum sæst so fo fekk tann eina havgásn ein fisk, sum eg dugi at síggja, so var tað eitt krutt, hon hevði veitt sær. Másarnir royndu dúgliga at fáa fiskin frá henni, men hon dugdi væl at fara undir við fiskinum hvørja ferð másarnir royndu at koma nærri, so hon at enda fekk frið at ogna sær eina góða máltíð fyrsta dagin í nýggja árrinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…