Lýsing
Lýsing

Árskiftið av Rygsvegi í Klaksvík

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  01.01.2019 - 18:37 Kykmynd Mentan Myndarøð Tíðindi

Einaferð enn fara vit á Norðlýsinum at ynskja tykkum øllum, nær sum fjar, alt gott í komandi ári. Í Klaksvík fer ársskiftið ikki stillisliga aftur við borðinum. Her fæst sjón fyri søgn. Fram ímóti miðnátt í gjárkvøldið hættaði veðrið sær einki serligt. Heilt til klokkan var farin væl fram um 22, var sera lítið at síggja til fýrverk.

Sjálvur var eg farin at óttast fyri, at lítið fór at síggjast til fýrverk á miðnátt. Men so bleiv ikki. Tá klokkan var farin um hálvan tíma til miðnátt, bleiv ein skái í veðrinum - og tað byrjaði at lýsa og bresta uttanfyri. Vit bæði "gomlu" høvdu sett okkum fyri, at í ár skuldu vit seta okkum upp í ovasta og norðasta rúmið í húsum okkara at hyggja at fýrverki. - Hetta bleiv ein hugnalig løta har býurin bleiv eitt tað festligasta eg havi sæð á nýggjárunum eg havi livað. Sjálvt ikki vánaligu veðurforsagnirnar hildu okkum aftur í at fagnað nýggja árinum og takka fyri tað gamla. - Takk fyri tit øll, ið eina løtu steðgaðu á og gjørdu árskiftið so ómetaliga vakurt. Oyðsl? - Nei, fagnaður og samanhald!

 

 

Nýggjársaftan from Norðlýsið on Vimeo.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Rebekka og Einar vunnu bæði FM 10 km og…
Aftursvar til Jákup Mikkelsen, Løgtingsl…
Einsamallur millum toppentur og æður
Jóhan: - Eg havi ikki vent, og fari ikki…
Rundvísing á Biskupstorgi
Móttøka fyri Special Olympics-liðnum
Heini, Kaj Leo og Klæmint frá byrjan
Kom og ver við at fjeppast um KÍ
Miseydnað kvettroynd í Sjálvstýri
Pól Huus stillar upp fyri Fólka­flokkin
Bíligari streymur til elbil og hitapumpu
Fiski­frøð­ingur fer lætt um sannleikan í…
Jórunn er tvífaldur FM vinnari
Aðalfundur hjá Klaksvíkar sjónleikarafel…
Løgtingið má krevja av Bústøðum at byggj…
Kvinnur og klæðir
Kristin Michelsen møguliga sambands­maður
Betri samtakið væl fyri
Tv-2 á Mentan­arviku í Runavíkar kommunu
Per Klarup tekur eitt ár afturat
Lýsing