Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jaliga nýggjársrøðan - og tey klokkukláru, treytaleysu og nærlagdu

SKRIVAÐ: Bjarni Djurholm  |  02.01.2019 - 11:30 Lesarabrøv Politikkur Tíðindi

Nýggjársaftan helt løgmaður seinastu røðuna í hesum valskeiðnum. Ein positiv og fevnandi røða, sum avdúkaði, at hann hevur sitið í sessi “Sum gevur eitt serligt útsýni – og eitt serligt innsýni – í okkara samfelag”, sum hann málbar seg.

Nýggjársaftan helt løgmaður seinastu røðuna í hesum valskeiðnum. Ein positiv og fevnandi røða, sum avdúkaði, at hann hevur sitið í sessi “Sum gevur eitt serligt útsýni – og eitt serligt innsýni – í okkara samfelag”, sum hann málbar seg.

Løgmaður fegnaðist um, at “Vit eiga eitt so framfýsið vinnulív, sum skapar fortreytirnar fyri sosialum skipanum, mentanarstovnum, gransking og útbúgving”. 

At “Vit eru eitt ríkt land, eitt trygt land, eitt frælst land, eitt land við sera fáum brotsverkum, eitt land við høgum livialdri – ja, eitt land sum sambært flestu parametrum er so gott, sum eitt land kann vera”.

Síðani harmaðist løgmaður um, at vit “Varnast tað ikki, um vit bara skundlesa yvirskriftir á netmiðlum ella á Facebook. Tá fáa vit kanska heldur ta fatan, at alt gongur verri”.

Og hann helt fram, at ”Hóast vit hava ómetaliga nógv at fegnast um, síggja vit mangan tað best, sum ikki virkar so væl. ……. Og við hvørt tykist tað, sum at tey ónøgdu fáa størri rúmd enn tey, sum eru nøgd”. 

Tvørturímóti eiga vit ”At síggja ta stóru myndina…….. Tí samanumtikið er hon ljós og góð”, segði løgmaður.

Skorin klæði
Sum løgmaður avdúkaði, so hevði sessurin givið honum serligt útsýni og innlit. Betri seint enn slettis ikki, kunnu vit minna hann á ....

Bara spell, at hann ikki hevði hetta útsýnið undan valinum farna, tá bæði innlendis hagtøl og útlendiskir greinarar, júst málaðu myndina av tí ríka og góða samfelagnum, tá arbeiði var til allar hendur, kommunurnar høvdu yvirskot, javnvág var komið á fíggjarlógini og vinnan hevði vaksandi yvirskot. 

Einum samfelag, sum hevði megnað at bróta seg úr alheims fíggjarkreppuni. 

Hetta hevur løgmaður nú avritað og jaliga boðað okkum øllum nýggjársaftan 2018.

Í 2015 málaði táverandi andstøðuleiðari døkku myndina, at “um at alt bleiv verri, smáar ósemjur vórðu gjørdar til stórar kreppur, og har tey ónøgdu skuldu hava alla rúmdina”. 

Henda myndin var yndismálningurin og varð dúgliga penslað undanfarna valskeið, og vann hann valið, um enn tepurt.

Sum kunnugt kom hann kortini til skorin klæði, so hjá honum var bara at halda kósina á førda politikkinum. Einki bleiv rullað aftur.

Lætt um veruleikan
At vísa nakað av húskallalyndi, tók løgmaður eisini í egnan barm og viðgekk, at samgongan fór ikki at vinna Kolturssteypið orsakað av ósemjunum og stríðnum í samgonguni. Her fór hann kortini lætt um veruleikan. Hurlivasin og atgerðarloysið í samgonguni hevur verið søguligt. 

Seinast var tað landsstýriskvinnan í mentamálum, sum slapp undan at taka ábyrgdina av vantandi handalagi, tá løgmaður nýtti somu mannagongd í álitismálinum um hana, sum hann brúkti í 2010, tá hann blakaði sjúkrahússtjóran á dyr, tí landsstýrismaðurin (nú løgmaður) ikki hevði mansmót at taka politisku ábyrgdina av egnari undirbúskettering.

Landsstýriskvinnan í heilsumálum reið eisini stormin av sær herfyri. Sjúrður Skaale hølvaði hana av í lesarabrævi undan jólum og avdúkaði politiska hurlivasan, manipulatiónina og smásinni tjóðveldismanna - hetta fekk sjálvsagt ongan miðlaans og ikki eitt orð frá løgmanni. 

Harafturímóti eydnaðist teimum treytaleysu at senda forkvinnuna í tingbólki Tjóðveldis í miðlarnar undan jólum sum fimlara at venda øllum á høvdið - at havnan av tilboðnum frá Novo Nordisk í veruleikanum var ein játtan?? Og frá løgmanni, har hoyrist ikki eitt kis.

Og fyri at gera skommina fullkomna, hví noktaði landsstýriskvinnan eisini fyri at taka móti 300túsund kr í listagávu til Landssjúkrahúsið frá krúnprinsaparinum?? Hevur hatta fólkaslagið ella samgongan einki pli?

Kollsigld og basarur
Samstundis er fiskivinnunýskipanin fullkomuliga kollsigld. Kvotaskipanin er givin upp fyri skutil og politiski høvuðstátturin í politiska ráninum - at leggja okursgjald á vinnuna, steðgaði í tinginum.

Tað er alkent, at einasta sum er komið undan lógini um tilfeingi er hurlivasi - sabotaga av gerandisdegnum í vinnuni. 

Allar nýíløgur eru steðgaðar, tillagingar og handil við skipum eru fjaraðar burtur. Ístaðin ger vinnan íløgur í bygningar og virkir á landi. Tað fer at vísa seg, at lógin er púrasta ónýtilig, tá praktiski gerandisdagurin aftur kemur um sýn.

Í politiska basarinum við menningarkvotum hava kortini onkrir samgongulimir gjørt hál í kammeratarínum.

Eitt gamalt uppisjóvarskip er komið í flotan, nakrar brúktar maskinur eru settar upp í einum flakavirki og nøkur 10túsund tons eru latin til gávis.

Málið við hesi klokkukláru mannagongd sýnist at vera at tryggja varamonnum Tjóðveldis afturval - treytaleyst nærlagni! 

Gav sær ikki fær um..?
Og fiskimálaráðharrin sjálvur slapp undan allari ábyrgd fyrr í ár, tá sjaldsamasta advokatkanning, sum nakrantíð er komin undan kavi í rættarskipanini, bleiv alkunnug.

Kanningin skuldi avdúka um Fiskimálaráðið hevði umsitið lógina um vinnuligan fiskiskap í samsvari við avgerðina hjá Løgtingsins Umboðsmanni. 

Kanningarstjórin var snúin og lat vera við at nevna niðurstøðu Umboðsmansins, tí hon var ikki “viðkomandi”?

Eisini skuldi kannast, um landsstýrismaðurin hevði brotið lógina um ábyrgd landsstýrismanna.

Undir viðgerðini av missálitinum móti landsstýriskvinnuni í mentamálum undan jólum um Glasir, var høvuðsspurningurin sjálvsagt: “Visti ella átti landsstýriskvinnan ikki at vita...”??

Men í vár var farið at leka millum teori og praksis. Í kanningini av landsstýrismanninum í fiskivinnumálum kom greitt í ljósmála, at hann var kunnaður um ólógligu umsitingina, bæði í innanhýsis uppritum og gjøgnum teldupostar, har hann staðiliga var ávaraður. 

Kortini kom Kanningarstjórin til ta mest merkisverdu niðurstøðuna í rættarsøguni:

“Landsstýrismaðurin var kunnaður, men hann gav sær ikki fær um kunningina??”. 

Sostatt var landsstýrismaðurin uttan ábyrgd. Hokus pokus filiokus! 

Eingin ábyrgd
Hvussu Kanningarstjórin kom til niðurstøðuna er óskiljandi, tá greitt fyridømi um júst tað øvugta er skjalfest.

Í málinum um Eysturoyartunnilin kom danski umboðsmaðurin til úrskurðin, at tað var nóg mikið at døma Kára P. Højgaard, tí hann “átti at vita”. 

Nakað, sum táverandi andstøða (og núverandi løgmaður) samfeld tók undir við og rópti krossfest, krossfest - og landsstýrismaðurin varð eisini loystur úr sessinum.

Men við óskiljandi niðurstøðuni um fiskimálaráðharran kann eingin framyvir ábyrgdast. Øll blíva fríkend - hann gav sær jú ikki fær um....? 

Og sjálvsagt er tað sama nú eisini galdandi fyri landsstýriskvinnuna í mentamálum, sum ikki røkti sína eftirlitsskyldu, sambært henni sjálvari. 

Við nýggju mannagongdini frá kanningarstjóranum og staðfest av samgonguni í sambandi við missálitinum móti mentamálaráharranum, er bara at seta kikaran fyri blinda eyga. 

Ikki at geva sær fær um upplýsingarnar, hóast øll politiska skipanin og øll, sum hava havt við málið at gera, vistu um vandan fyri meirrokningum. 

Gippað til hornað
Men nú var so tøgn í Tjóðveldi. Klokkukláru mannagongdirnar og treytaleysa nærlagni er bert galdandi fyri hini. Átøkt mullah´um, sum aftaná fríggjadagsbønirnar kunngera fatwa´ir um, hvussu øll hini skulu skikka sær - bara ikki teir sjálvir, sjálvsagt.

Ábyrgd og avleiðingar eru bara galdandi fyri hini.

Tí gevur tað onga meining hjá løgmanni, fyri at fáa málið til hornað, nú at gera kanning fyri 100túsundir av skattakrónum. 

At tryggja sær óskert viðhald um politisku ábyrgdina, kann hann sjálvsagt biðja onkran  politiskan “jaligan” til kanningarstjóra. So verður hatta ordnað.

Keypsskáli
Beint undan afturlating, varð fíggjarlógin samtykt. Omanfyri 120 broytingaruppskot frá samgonguni til aðru viðgerð, sum er met í politiskari søgu.

Í besta uppboðssølustíli varð virkað handan stongdar dyr, har meirilutin í fíggjarnevndini og fíggjarmálaráðharrin gingu sum børsbarónar í keypsskálum og handlaðu við politiskar ráksnúningar í Løgtinginum.

Úrslitið verður, at samtykta fíggjarlógin fer at vísa úrslit uppá minst 200 mio kr skeiva vegin tá avtornar. Kortini alt uppá sjálvrós. Men hvat? Tað verður ikki alkunnugt fyrr enn løgtingsvalið hevur verið.

Samstundis hevur fevnandi løgmaðurin herfyri boðað frá, at hann einki vil hava við 25% av veljarunum at gera. At teir aktivt skulu haldast frá valdinum.

So eisini har er álvarsligur leki millum teori og praksis. Tað var so jaliga nýggjársrøðan hjá løgmanni.

Tað er munur á at spæla og so at vera landsfaðir.

Tað er framvegis einki nýtt undir sólini.

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund