Lýsing
Lýsing
Lýsing

Grein datt burtur: Jólatrøini í Kalsoynni tendrað

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.01.2019 - 11:22 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í allari jólastákanini datt hendan greinin hjá Dávur Winther, mentanarleiðara í Klaksvíkar kommunu burtur ímillum. Røðan hjá Paulinu og myndirnar eru so góðar at greinin tolir væl at verða prenta nú. Vit biðja um umbering fyri mistakið.

Jólatrøðini vórðu tendraði hósdagin 6. desember. Dávur Winther skrivaði og tók myndirnar. Teksturin í greinini var soleiðis:

 

Í gjár var farið út í Kalsoynna at tenda jólatrøini. Hóast høttandi veður allan dagin, stillnaði rættiliga av móti kvøldi og eydnaðist haldið fyri jólatrøunum avbera væl.

Blíðskapurin var sum altíð avbera góður í øllum bygdunum. Klaksvíkar Honrorkestur møtti upp við bussi og Paulinu K. Eliasen, sum helt taluna í bygdunum - á Trøllanesi, í Mikladali, á Húsum og á Syðradali, tá ið jólatrøini vórðu tendrað har.

Tað er hugaliga at nógv ættarfólk, kanska serliga úr Klaksvík, eisini møta upp til slík høvi, sum hugnar um løtuna og í bygdini annars. Fólk høvdu hugnað um við ljósi og eisini berndu kertur í vindeygunum.

Við slíkum tiltaki eru jólini komin nærri bæði í bygd og bý.

Niðanfyri verður røðan endurgivin, sum Paulina K. Eliasen helt við jólatrøini í Kalsoynni, sum vórðu tendrað hóskvøldið 6. des. 2018.

 

Vit eru nú í adventstíðini, og tað fyrsta ljósið á adventskransinum er tendrað. Jólakalendararnir hanga á vegginum, vit hava pyntað húsið, og alt tað, sum vit plaga at hanga upp og seta ymsastaðni, er oftast sett í sama stað. Ja, okkum dámar væl, at alt er, sum tað plagar.

Ljósperurnar eru hongdar upp í vindeyguni, og aftaná ein langan og myrkan november-mánað gloyma vit, at hetta er ársins myrkasta tíð, vit júst nú eru í.

Á Syðradali gleðast vit eisini um, at fleiri av húsunum hava perur í vindeyganum, ja, sanniliga hugnar tað um.

Tá man pakkar jólaprýði upp fara okkara tankar á rull, og ofta minnist ein aftur á síni barndómsjól.

Man hugsar um síni kæru, og tey, sum ikki eru millum okkum longur.

Í Kollafirði, hagani eg komi, hugsar tú um jól hvønn sunnudag, tú ert í kirkju, tí altartalvan í kirkjuni er mynd við Mariu moy og lítla Jesusbarninum.

Man gleddi seg nógv til jóla. Man vandi til Lusiagongd. Man bakaði. Mamma hevði altíð tíð, og man gleddi seg at sleppa í kirkju og hoyra jólaevangeliið, sum vit øll kenna so væl, lisið: Men tað hendi í teimum døgum, at tað komu boð frá Augustusi keisara.

Og so eisini til at syngja sálmin Gleðilig Jól. Ja, tá vóru jólini komin.

So at fáa jóladøgurðan, og tað gekk ongantíð nóg skjótt, tí tá var man so spentur at dansa um jólatræið og at pakka pakkar upp.

So var eisini nakað annað, sum man gleddi seg til, og tað var jólafestin, sum var millum jól og nýggjár, og har var tað serliga spennandi at vita, hvørja søgu Axel Tórgarð prestur mundi fara at fortelja hesaferð.

Søgurnar vóru næstan altíð um Læars og Annilenu, og dugdi hann so væl at fortelja, at man næstan sá tey fyri sær. Til dømis, tá ið Læars skuldi á seiðaberg, og honum ikki dámdi at drepa nakað, og tí gjørdi alt fyri ongan seið at fáa. Tá kom Annilena, og hann datt á sjógv, og tá helt hon, at hann druknaði. Hann kom uppaftur, og tá hevði hann koykt fótin. Annilena hon visti ráð. Hon koyrdi hann upp í leypin og bar hann heim.

Ja, nú í dag eru aðrar tíðir. Vit síggja í teimum Amerikansku filminum, hvussu tey ynskja at sleppa heim at halda jól. Tað kann verða sera trupult, so er tað illveður kavarok, flogførini flúgva ikki, men teir enda altíð gott, jú sanniliga eru jólini ein familjuhøgtíð.

Eg havi sjálv hildið jól í Danmark 4 ferðir, saman við eini danskari familju, men tað var eisini sera hugnaligt, og eisini hugnaligt á skúlanum. Allar jólasiðirnir, tey høvdu í desembermánaði, appilsinirnar við nelikunum hingu í vindeyganum, og Lusiadagurin kom. Tíðliga um morgunin gingu lærararnir og køksfólkini Lusiagongd runt á skúlanum, og vit fingu hvør sítt hunangshjarta við okkara navni á. Ja, alt hetta eru góð og rík minnir.

Jólini nærkast nú, og tað ræður um ikki at hava so nógv at gera, at vit kunnu gloyma hvønn annan, og hví vit halda jól.

Eg fari at enda við at lesa tvey vers úr hesum sálminum:

 

Nú ringja kirkjuklokkur so hátt

við himmalskun gleðiljóði:

Tað stundar móti jólanátt

At Jesus var føddur hin góði.

 

Øll ung og gomul, samlist nú brátt

og líðið á gleðiljóðið:

Tað var um halgu jólanátt,

At Jesus var føddur hin góði.

 

So fari eg at enda við at ynskja okkum øllum eini góð og hugnalig jól.

Takk fyri.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár