Lýsing

Hvat er hent við fólkaræðinum í Føroyum?

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  03.01.2019 - 12:19 Lesarabrøv Politikkur

Demokratiska skipanin er í vanda um KVF sleppur at stýra valstríðnum sum siður annars er.

 Í 2019 skulu vit til baði Fólkatings- og Løgtingsval, og sum vanligt hava ymisku flokkarnir í hvør sínum lagið orða eina valskrá.
 
Men tá valdagurin nærkast kemur ein teldupostur frá leiðsluni í KVF, sum innkallar flokkarnar til fundar. Á hesum fundinum fáa flokkarnir at vita frá KVF hvussu valstríði í KVF verður skipað. Her fáa flokkarnir at vita hvørji evni verða tikin upp og hvar og nær sent verður frá valfundum kring landið.
 
Fyrr plagdu flokkarnir sjálvir at sleppa at gera eina sending í útvarpinum, sum var ein tíma, men hesin tímin er ikki longur.

Danmarks Radio, sum er Public Service fyrimyndin hjá KVF, avgjørdi at flokkarnir ”Nye Borgerlige” og ”Kristendemokraterne” sum eisini vóru uppstillaðir á fólkatingsvalinum, ikki sluppu at luttaka í valsendingum í DR tí hesir báðir flokkarnir ikki vóru umboðaðir í Fólkatinginum.
 
Svenska Kringvarpið fór so langt, sum at taka frástøðu til eina útsøgn hjá einum valevni í politiskum orðaskiftið.
 
Politiska skipanin í Danmark hevur tó tryggja sær at DR er noytt til at senda beinleiðis frá árligu flokksfundunum hjá politisku flokkunum í Danmark, har flokkarnir sjálvir ráða yvir hvør sleppur til orðana. Í Føroyum er eisini filtur sett á henda partin, so lítið og einki frættist um politisku landsfundirnar, sum framvegis í stóran mun eru úti um landið.
 
 
Borgarar kring landið fyri Demokratiskum mismuni.
Tá Føroyar vóru skipaðar sum fleiri valdømir varð púra greitt at tey fólkavaldu umboðaðu tann flokk og teir borgarar sum búðu í økinum sum viðkomandi var uppstillaður í.  Undir politiska orðaskiftinum á seinasta løgtingsvali segði ein av leiðandi politikarunum, at hann skilti ikki at landsstýrið bygdi skúlar kring landi nú Marknsgilsdeplin stendur í gerð í Havn og henda diskriminerandi útsøgnin fór aftur við borðinum uttan at nakar viðmerkti.
 
Áhugin fyri politiska arbeiðinum og at stillað  upp til løgtingið er minkaður í stórum síðan Føroyar vóru skipaðar til eitt valdømi.  Sambært seinastu almennu ársfrágreiðingini frá Demokratia er talið á monnum sum stillað upp til løgtingið minkað niður í helvt (103 færri mannfólk), meðan talið á kvinnum er minkað umleið 10%. At Demokratia einans arbeiðir til frama fyri tær kvinnurnar, sum valdar eru er eyðsæð, men lat tað liggja fyri fyrst.
 
Vit hava ferð eftir ferð víst á at almenna orðaskiftið í Føroyum verður stýrt av einari elitu, sum heldur seg arbeiða í tænastu fyri fólkaræði og tí hava græsrøturnar úti um landið mist allan huga fyri politiska arbeiðinum.
 
Nú niðurteljingin av álvara er byrjað til at landsins høga ting skal veljast, hoyrist framhaldandi einki um uppstillingarnar hjá stóru flokkunum.
 
Og hóast skiftandi Løgtingsformenn hava melda út at valskipanin skuldi eftirmetast eru teir ruraði í blund av ráðandi elituni, sum baði etur og svevur saman í høvuðsstaðnum.
 
Sum støðan er nú fari eg at mæla til at almenna sendinetið verður tikið frá KVF part av bestu senditíðini, og luta politisku flokkum og veljarafeløgum til at gera sendingar eftir egnum vali.’
 
Hettar er eitt sera víðgongt tilmæli,  men tað skal hørð útpurring til um fólkaræðið skal vakna aftur í Føroyum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norð­oyggjar í rangastrúpan?
Um KÍ kemur víðari: Møgulig mótstøðulið
Súsanna Lydersen nýggj forkvinna hjá St…
SEMJA í málinum um setan av forstjóra og…
Borgar­stjó­rin fegnast um nýggja graslíki…
Graslíkið tikið av
Open by night í Klaksvik
Eitt vakurt summarkvøld
Peningastovnar­nir læna mest út til húsar…
Articon og IRF í felags verkætlan
Grein 52 a fyrispurn­ingur til landsstýri…
Moralska kumpassin
Menningar­kvotur til Sandoynna tað einast…
Ófør at fáa børn, men ikki at hýsa
Verða menningar­kvotur­nar goymdar til val…
4 milliónir døgurðar um dagin!
KÍ havt sína síðstu venjing á hesum gras…
Dropi í lívsins havi
Heilsan – hitt nýggja stættar­stríðið
Nalja spælir á festivali!