Lýsing

Innanhýsis løgfrøðin: Uppraðfestingin av Spaniastovu innanfyri kommunufulltrúina

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  04.01.2019 - 20:32 Politikkur Tíðindi

Í samband við málsviðgerðina tá býráði samtykti at tryggja fíggjarliga grundarlagið hjá felagnum “Spaniastovu”, sumstundis sum eigarin fór úr kommunalum stovnsleiðarastarvið, var eitt upprit gjørt av innanhýsis løgfrøðini í Býráðshúsinum.

Í frágreiðingini til býráðssamtyktina verður víst til eitt løgfrøðiligt notat, frá løgfrøðingi, sum er í starvið hjá Kommununi. Vit hava ikki fingið innlit í notati, men sambært frágreiðingini frá umsitingini er niðurstøðan at tað fellur innan fyri Kommunalau fullmaktina at stuðla virkseminum í Spaniastovu.
 
..... Spaniastova veitr mentanarlig tilboð til allar borgarar, tvs. At allir borgarar hava javnbjóðis rættindi til at gera brúk av hesum tilboðnum. Hetta kommunalt fíggjaða virksemið hjá Spaniastovu er ikki skipað við heimild í lóg, men talan er um kommunala stigtøku til at styrkja og menna nøkur tilboð, sum betra um vælferð og trivnað borgaranna.
 
Hetta hevur tískl ikki nakað beinleiðis lógargrundarlag, men við tað at talan er um tilboð av almennum slag, sum bæði aðrastaðni her í landinum og í grannalondum okkara verður fíggjað av kommunum, og við tað at hesi tilboð verða veitt øllum borgarum, er talan um almannagagnlig tiltøk, ið sostatt ikki eru í stríð við nakra lóggávu, og sum fella innanfyri kommunufulltrúina.
 
Viðfest er notat frá løgfrøðingi kommununnar, Jóann Hendrik Samuelsen, har staðfest verður, at henda uppraðfesting av Spaniastovu fellur innanfyri kommunufulltrúina. Bárður Larsen, løgfrøðingur, hevur somuleiðis fingið málið til ummælis, og er hann av somu fata sum kommunali løgfrøðingurin.......
 
 Sum skilst tekur innanhýsis løgfrøðin bert støðu til spurningin hvørt Kommunan kann stuðla virkseminum í Spaniastovu.

Í avtaluni sum er gjørd millum Kommununa og Spaniastovu, hevur kommunan eisini bundið seg at viðvirka til at karmarnir í Spaniastovu verða uppdateraðir.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Klaksvíkar Sjónleikara­felag leitar eftir…
Skrið seinnapartin
Spennandi vinnufundur í Spania­stovu
Krúnprinsu­rin á Norð­oyastevnu
Flaggsigling 2019
Eru í ferð við at venda avlopið til hall
Royal Run verður í Klaksvík 
Býráðs­leiðslan eigur at greiða frá “sjál…
Búi Egilsson til NSÍ
Høgættin kemur aftur í nátt
KÍ kvinnur­nar fingið tilgongd
Dupultmoralskt dupultmandat
Team Klaksvík spælir í Vestmanna mikukvø…
Undirhúsið feldi uppskotið: Misálit reis…
Team Klaksvík fingið nýggjan málverja
Henrik Old á Fólkating
Útoyggja­stuðulin hækkaður 300.000 krónur
Ófiltrerað Slupp í 0,7 L fløsku
Skorheim spyr um fríhandilssátmála við B…
Ósamsvar millum løgfrøðiligt notat og “a…