Lýsing
Lýsing
Lýsing

Minnilutasamgonga?? - tað bera møsn

SKRIVAÐ: Bjarni Djurholm  |  06.01.2019 - 11:47 Lesarabrøv Politikkur

Hálvan september 2015 sá sosialistiska samgongan dagsins ljós. Dagin eftir boðaði Sonja Jógvansdóttir (SJ) frá, at hon ikki longur var partur av Javnaðarflokkinum.

Miðlar og eygleiðarar lýstu støðuna, at samgongan daggomul longu hevði mist parlamentariska meirilutan?

Sum tíðin leið, og serliga aftaná, at Kristinn Michelsen (KM) ikki slapp á kommunulistan hjá javnaðinum á Tvøroyri, og rumblið í Javnaðarflokkinum gjørdist alkunnugt, var endaliga staðfestingin frá miðlum og eygleiðarum, at samgongan nú var minnilutasamgonga.

 

Kávalótir

Síðani hevur henda produseraða staðfesting verið undanførslan hjá løgmanni, samgongufólkum og miðlum.

At tað hevur verið neyðugt hjá løgmanni alsamt - mál fyri mál, at samráða seg til parlamentariskan meiriluta? At løgmaður og landsstýrið hava brotið úr nýggjum og tískil loksins hava fingið í lag nýggjar siðvenjur í føroyskan politikk....?

So seint sum í viðtalu í KvF hósdagin varð løgmaður presenteraður sum leiðari fyri minnilutasamgongu.

Henda staðfesting er ikki annað enn kávalótir. Nevniliga at hylja áhaldandi rumblið og hurlivasan í samgonguni, tí gongan hevur uttan íhald kunnað mannað 17 atkvøður síðani 14. september 2015.

 

Humbukk

At SJ tók seg úr javnaðinum skakaði slettis ikki atkvøðutalið handan samgonguna.

SJ hevur ongantíð tikið seg úr sosialistiska kurpalinum. Og hví skuldi hon tað, og hvar skuldi hon farið? Felt samgonguna og orsakað nýval og eina borgarliga samgongu? Tað er tað reina humbukk.

Politiskt er SJ ultrasosialist/kommunist og helst eisini anarkist. Fer hon í annan flokk, so er hennara heimabeiti Tjóðveldi. So har er einki at óttast hjá løgmanni.

SJ hevur tí alla tíðina verið tryggasta parlamentariska grundarlagið undir “hennara” samgongu.

At hon av politiskum ráksnúni fór úr javnaðinum, var í veruleikanum ein vinningur fyri løgmann og samgonguna.

Uttanflokka hevur SJ, uttan at “dálka” javnaðin, lagt mál fyri tingið, sum samgongan í veruleikanum tók undir við. Hjúnabandslógin er besta dømið.

Soleiðis hevur løgmaður og samgongan riðið á fleiri hestum í senn.

 

Púra vanligt

Hóast støðan hjá KM er øðrvísi, so hevur hann nærum alt valskeiðið atkvøtt fyri øllum samgonguuppskotunum. Hevur samanumtikið verið trúgvur sum trøllið.

At retorikkurin millum KM og samgonguna og hurlivasin hjá javnaðinum á Tvøroyri hevur fylt miðlarnar farnu tvey árini, vikar ikki veruleikan, at KM trúliga hevur stuðlað samgonguni.

At KM og aðrir samgongulimir ikki av fullum huga hava tikið undir við summum uppskotum, er slettis ikki óvanligt.

Soleiðis hevur tað altíð verið í ótaldum undanfarnum samgongum. Tingfólk og flokkar hava funnið semju, so er tað avgreitt. Eftir somu meginreglu hevur samgongan higartil tí eisini átt óskerdan parlamentariskan meiriluta.

Spurningurin er, hví verður KM blakaður úr tingbólki hjá javnaðinum nú?

Verður KM til størri ampa tað sum eftir valskeiðnum, ella er bara staðfest, at teimum ikki tørvar atkvøðuna hjá KM longur, nú løgmaður hevur fingið fastatøkur í ein ráksnúning í tinginum?

 

Møsn

Tí er tað møsn at hevja samgonguna til minnilutasamgongu, sum við góðum handalagi - frá máli til mál, skal hava megnað at samráða seg til parlamentariskan meiriluta.

Tvørturímóti hevur løgmaður uttan íhald havt meirilutan í sínum luti.

So miðlakommedian um siglingina millum skerini hjá samgonguni, har løgmaður er lýstur sum offur í dansinum hjá sjálvsøknum parta- og samgongufólkum, hevur ikki verið annað enn glantrileikur at fjala yvir vánaligt politiskt handalag og áhaldandi hurlivasan í landsstýri og samgongu.

Longri er tann søgan ikki.

 

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB