Lýsing
Lýsing
Lýsing
Eitt sindur av vindi verður í nátt. Í morgin er høgættin afturkomin - hesaferð í 2-3 dagar. | Mynd: guidetofaroeislands.fo

Eitt sindur av vindi í nátt

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  06.01.2019 - 19:51 Tíðindi Veðrið

Gott veður hevur verið í dag – trettanda dag. Ein hátrýstryggur hevur ligið yvir okkara leiðir, og tá er veðrið vanliga gott.

Men hátrýstryggurin liggur ikki leingi á hesum sinni. Tíverri.

Í kvøld rekur hann eystur um Føroyar, og tá er suðurættin aftur. Júst sum plagar. Í nátt fer vindurin at veksa úr suðuri og so landsynningi. Klokkan 4 í nátt eru ætlandi 15 til 20 m/s úr lágum landsynningi saman við nógvum regni.

Men so støkkur hann vesturum, og tað fer at slíta í.

Tá ið fólk fara til arbeiðis klokkan 8, eru 5 til 10 m/s úr útsynningi-suðuri og fyri tað mesta turt, men ælaveður í støðum.

Út á fyrrapartin fer at mala úr ymsum ættum; á middegi er høgættin aftur. 10 til 15 m/s av norði og aftur eitt sindur kaldari.

Seinnapartin í morgin veksur vindur eitt sindur – upp í 15 til 20 m/s, í løtum 18 til 23 m/s. Tað fer at minka aftur um nátturðatíð. Á midnátt er 5 til 10 m/s av vesturhallum norði.

Ælingar kunnu væntast allan dagin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar