Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Tað gongur framá í Føroyum, hóast Føroya Løgting!

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  07.01.2019 - 12:34 Bloggur Politikkur Tíðindi

Útisetar sum hava verið í Føroyum og vitja, nærmast ógvast við, hvussu stór framgongdin er á øllum økjum. Hvussu ber tað til? Føroyar eru eitt framkomið nútíðar samfelag, millum tey fremstu í heiminum, sum megnar at yviriva og vinna fram, hóast landsins leiðsla tykist at vera ein ævigur ruðuleiki.

Í mongum  øðrum londum hevði fólkið givið skarvin yvir, um tey vóru stýrd av einum tingi sum tykist at vera merkt av egináhuga, vargi og naggatódn. Tað er nú onki serdømi fyri Føroyar, at ov nógvir politikarar eru klammarsklukkur, og alt ov mangir av politisku leiðarunum gjøgnum øldirnar hava jú eisini verið psykopatar.

Men, føroyingar tykjast at hava valt ta vælsignaðu loysnina, at gyrða klammarsklukkurnar inni í løgtinginum, so restin av Føroyum fær loyvi til at virka í friði og náðum. Nú eiga vit ikki at skera allar politikarar yvir ein kamb,  tí tað er meira enn so, at tað glógvar í onkrum. Men, sum norska avísin skrivaði um landsdystin móti Føroyum á sinni: ”Tað er ómøguligt hjá okkara landsliði at spæla ein ordiligan dyst móti føroyingum, tí teirra hold er so vánaligt, at tað ber í veruleikanum ikki til at leika ein ordiligan dyst móti teimum!”

Í øllum førum, so minnir løgtingið mangan meira um eitt bygdarráð, ella eitt ”forstardarskap” sum tey søgdu í gomlum døgum, enn um eitt lands- ella stórting. Orðaskiftið er mangan ov lítið fakligt – tað ber til at nýta heilar dagar til at tosa uttan um evnið, og ta ábyrgdina noyðast vit so at leggja á tingleiðsluna.

Í eitt styttri tíðarskeið sat undirritaði sjálvur á fremstu røð í tinginum og hoyrdi og eygleiddi tinglimir, ið nýtti røðarapallin, sum eitt spælipláss – serliga tá fjølmiðlanir vóru til staðar.

Ein stórur partur av tinglimunum høvdu beinanvegin fingið sekkin, um tey sótu í leiðsluni í einum privatum virki, tí arbeiðshátturin hjá teimum hevði verið mettur sum óbrúkiligur har. Mong av teimum høvdu heldur ikki yvirlivað innan leiðsluna í almennum stovnum – tí bæði í privatum virkjum og í almennum stovnum er endamáli hjá leiðsluni at fáa virkið og stovnin til at virka og yvirliva á besta hátt.

Í tinginum tykist endamálið hjá summum ikki bara at vera tað, ið gagnar Føroyum og føroyingum – men, endamálið tykist í staðin at vera at EG skal yvirliva, at EG verði aftirvald/ur, at EG skal hoyrast og hava seinasta orðið. Eg veit fullvæl hvørjar treytirnar eru galdandi í politikki! Men, tann dagin vit sleppa allari idealismu, tann dagin vit ikki longur bara stremba framm móti frægastu loysnini, men fyrst og fremst berjast fyri okkara egna skinni og umdømi, so verður úrslitið lættliga naggatódn og egoistiskur hurlivasi.

Nú hava politikarnir fingið sína ”skideballu”, sína pøs av mykju! Men, teir hava ikki alla ábyrgdina, tí hvør hevur sett teir á rókina, hvør hevur valt teir?  Tað hava TYGUM!  Ábyrgdin hvílur á tygara, ella kanska rættari sagt, á tykkara herðum. Í einum demokratiskum landi, sum í Føroyum, fær fólkið ta leiðslu tey hava uppiborið. Fólkið hevur valt, og so má svíða sum svøllurin! Her batar ikki, sum hjá Pilatusi, at tvá sær um hendurnar. Politikarnir hava ikki valt seg sjálvan, tit hava valt teir!

Grenj endurtaka seg sjálvan – og tað fara vit at prógva einaferð enn. Flokksfeløgini og uppstillingarfundirnir, tað var har alt byrjaði í gomlum døgum, tá undirritaði var aktivur. Í dag við einum valdømi er støðan sjálvandi heilt ørvisi, og tó! Tað er her at hóskandi valevni skulu finnast.

Her er smeltudygulin til at finna hóskandi leiðaraevnir, og ikki bara onkran, sum av tilvild hevur skotra seg uppá listan, ella sum altíð hevur  verið á listanum. Her ræður um at finna tey fólkini, ið veruliga hava evnir til at leiða framtiðar Føroyum, og ikki bara snakkidukkur, ið kunnu blenda fólk við innantómum ullatosi! Hettar er av sonnum eitt álvarsmál.

Tá undirritaði var aktivur í flokkspolitikki, tosaði eg mangan við  fólk úr øðrum flokksfeløgum/valfeløgum, og tey vóru av somu áskoðan, sum undirritaði, at flokksfundirnir og serliga uppstillingarfundirnir í alt ov lítlan mun umboðaðu fólk á staðnum. Talan var heldur um eina lítla kliku, sum onkursvegna hevði funnið saman, og tók hesar stóru avgerðirnar um uppstilling og framtiðar umboðan, uttan nakað veruligt demokratiskt grundarlag í nærumhvørvinum. Tað var ikki so sjaldan at vit beinleiðis skuldu noyða fólk uppá listan (eg meini bøna og biðja fólk um at koma uppá listan).

Alt hettar er sjálvandi broytt við tí eina valdøminum, ið skuldi bjarga politisku Føroyum, men sum tykist at hava fingið heilt øvugtar fylgjur. Løgtingið er framvegis eitt ”forstandarskab” heldur enn eitt landsting, ein slutriklubbur heldur enn ein leiðslueind. Men, diagnosan má framvegis vera hin sama: Alt og mong av teimum, ið verða send á ting eru ikki búgvin til tess.

Alt ov mong av teimum eru, sum børn, ið spæla ”krógva blunda”, sum renna undan leiðsluábyrgd, til frama fyri fólkatekki, og sum, kosta hvat tað kosta vil, bara hava eitt endamál, og tað at verða afturvald næsta val! At royna at vinna næsta val, er sjálvandi ein av treytunum undir okkara stýrisskipan – men, at selja seg sjálvan og ommu sína fyri ein hvønn prís, er og verður neyvan politiskt ella moralskt fyrimyndarligt. Eitt syndur av idealismu er neyðug – eisini eitt syndur av flokksidealismu, annars kódnar alt í egoistiskum kaos.

Tey, sum skulu veljast, eiga fyrst og fremst at sleppa uppá listant tí tey hava leiðaraevni, fakliga vitan, yvirblikk, eru hóvlig og hava demokratiskan hugburð. Allir aðrir áhugar – privatir ella almennir - eiga at koma í aðru røð!

Flokksfeløgini noyðast at vísa ábyrgd við at velja tey røttu leiðaraevnini, við at tora at velja frá og til. Tað hvílur ein stór og tung ábyrgd á flokksfeløgunum/valfeløgunum.  Men, bara tygum og tygara rødd og atkvøða kunnu broyta støðuna – ábyrgdin liggur hjá hvørjum einstakum borgara í Føroyum. Tygum og tygara rødd og atkvøða kunnu broyta støðuna, ongin annar.

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Durita Poulsen
Cand. Mag & PBA í føðslu og heilsu

Durita Poulsen hevur eina bachelor í heilsu & føðslu og kandidatútbúgving í læring og menningartilgongdir frá Aalborg Universitet. Hon hevur búð í Keypmannahavn síðani 2012.  

Durita hevur stóran áhuga í heilsu og vælveru hugtakinum, og fer at umrøða heilsu út frá einum breiðum perspektivið ella tað vit kenna sum; fysisk-, psykisk- og sosial heilsa.

Tískil verður kostur og rørsla umrøtt, men eisini hin síðan, at vit skulu minnast til at eingin er perfekt, at droppa ’alt ella einki’ mentalitetin og at hugleiga um tankameldur og annað ið kemur við heilsurákinum.

 

Sólfinn Hansen
Cand.Mag. & bac.scient.pol.

Sólfinn Hansen er føddur í 1978 á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hann er upprunaliga úr Klaksvík, nú búsitandi á Kambsdali. Hann er útbúgvin cand.mag. í føroyskum og søgu og B.S.Sc. í stjórnmálafrøði. Hevur síðani 2003 undirvíst á studentaskúla, HF, handilsskúla, tekniskum skúla og á Fróðskaparsetrinum. Sólfinn er limur í Málráðnum.

Alexandra á Dul
Cand. Merc. í HRM & HA í heimspeki

Alexandra á Dul hevur eina HA í heimspeki og eina kandidatútbúgving í HRM frá Copenhagen Business School. Hon hevur búð í Keypmannahavn í 16 ár, og í tíðarskeiðnum 2012–2018 arbeiddi hon sum HR-partnari í eini miðalstórari heilivágsfyritøku. Summarið 2018 fluttu familjan og hon heim til Føroyar, og í dag búgva tey í Klaksvík, og hon starvast í Havn. Hon umsitur HR-pallin NOTION, sum m.a. er ein íblástrarkelda til HR-arbeiði í gerandisdegnum í Føroyum. Alexandra hevur serligan áhuga fyri HR og starvsfólkaviðurskiftum, og henni dámar væl at blogga um ymisk viðurskifti í gerandisdegnum.

Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
KÍ spælir neyvan lands­kappingardyst koma…
Dystirnir móti Luzern eru lagdir
Kom og takið synd í Fólka­flokkinum
Fyrsta venjingin á nýggja graslíkinum
Fyrsta standmynd í Føroyum av navngiv­nar…
Ein glaður Frits í Glæmuni
Klaksvík­ingar tóku Svangaskarð til sín
Norðoya Fólkafloks­felag er liðugt við sí…
Líðhamar góðan túr í dag
Fimm dystir á rað uttan tap í Europa kap…
So nógvar pengar fær KÍ fyri Europa Leag…
KÍ skrivaði søgu - Myndarrøð
Skarbalius: Uppiborið at KÍ fer víðari
Merkta grindin í Íslendskum sjógvi
Líðhamar roktúr norð­anfyri
Góð fótbóltslíkindi í kvøld.
Jóannis Erik Køtlum stillar upp fyri Tjó…
Snellan oyðir ongan fisk
Munur á býráðs­politikarum í Runavík og K…
Kristian Isaksen 90 ár