Lýsing
Lýsing
Lýsing

2019 - eitt óskrivað blað

SKRIVAÐ: Alexandra á Dul  |  07.01.2019 - 13:40 Bloggur Vinna

Tað kenst væl at hava sett sjøtil á eitt nýtt arbeiðsár.

Eg eri sera spent at læra, hvat tað hevur at bjóða mær, tí 2019 er nakað heilt fyri seg, tí í ár seti eg á eitt arbeiðsár í Føroyum. Sjálvt um mítt arbeiðsfak er óbroytt, eru umstøðurnar og mítt arbeiðsbaktjald blivin øðrvísi, og hetta er tað, ið ger tað til nakað heilt serligt og spennandi.

 

Rákið í HR-arbeiði

Tá ið eg búði í Danmark, fór eg á hvørjum ári til ymisk tiltøk, sum settu komandi HR-rák á breddan. Og fyri eina og hvørja HR-eldsál var hetta krás. At sleppa til netverksfundir, tiltøk og ráðstevnur, sum m.a. Dansk Erhverv, Jobindex og DANSK HR í Danmark skipaðu fyri, var fakliga gevandi, tí teirra evni til at savna dátur og vitan vóru stór – og her var nógv at læra. Tílík tiltøk góvu gott innlit í, hvat ein kundi vænta sær, og harvið eitt forspring, so ein fekk tillagað umstøður og tilfeingi hjá fyritøkuni og var klárur at seta inn, tá ið rákið rakti arbeiðsplássið!

Á hvørjum ári eru tað nógv viðurskifti og rák, ið ávirka gongdina hjá okkum – hetta kunnu uttan iva flestir serfrøðingar ásanna. Eg havi eitt serligt eyga fyri HR og starvsfólkaøki og leggi altíð nógva orku í at kanna, hvussu komandi uttanhýsis viðurskifti og rák kunnu ávirka gerandisdagin á arbeiðsplássinum. Og eitt, sum allarhelst fer at krevja nógva orku av okkum HR-fólkum í Føroyum anno 2019, er nýggja ES-fyriskipanin GDPR um persóndátuvernd, og tí havi eg valt at seta hetta ovast á mín lista yvir HR-rák í Føroyum anno 2019, tí hetta fer at ávirka øll starvsfólk, ið hava persóndátur um hendi.
GDPR – úlvurin kemur

Ja, hetta hevur verið ávegis í ES-londum í nøkur ár nú og kom í gildi 25. mai 2018. Og nú bendir alt á, at GDPR eisini kemur til Føroyar. (GG! Í sambandi við lóggávuna eru Føroyar eitt 3. land, t.v.s. at vit longu nú skulu taka støðu til lóggávuna!)

Í Danmark gekk GDPR undir heitinum “úlvurin kemur”, og tað var ein serlig orsøk til hetta! Hjá nógvum fyritøkum í Danmark hevur hetta verið ein sera umfatandi lóggáva at taka støðu til, m.a. tí tey ikki hava havt tey neyðugu amboðini til at seta GDPR í verk. Harumframt er lóggávan komin knappliga á tey (sjálvt um hon leingi hevur verið ávegis). Tað hevur verið torført at greina hana, soleiðis at fyritøkur lættliga megnaðu at handfara hana í royndum, umframt at starvsfólkini dugdu at navigera í henni í gerandisdegnum.

 

Hvør kemur at ráðgeva fyritøkurnar í Føroyum um GDPR?

Í skrivandi stund hava vit einki yvirskipað organ, ið átekur sær tann ráðgevandi leiklutin í Føroyum. Hetta kann hava við sær, at fyritøkur kenna tað, sum at tær standa á berum! Tað vantandi ráðgevandi organið hevur tó havt okkurt gott við sær – og tað er, at vit hava fingið eyguni upp fyri einum nýggjum serkunnleika, sum m.a. føroyskir KT-serfrøðingar og løgfrøðingar hava og nú bjóða fyritøkum, stovnum o.ø. – tummil upp fyri tykkum
Hvør eigur GDPR-uppgávuna í fyritøkuni

Skal GDPR eydnast á føroyskum arbeiðsplássum, krevur tað gott samanspæl millum ymisk fakøki. Flestu hugsa, at hetta er ein uppgáva, ið hoyrir heima hjá KT ella HR. Men so er ikki! Hetta er ein uppgáva, ið fyritøkur í felag mugu lyfta, og mest umráðandi er, at stýrið gongur fremst og raðfestir tíð og tilfeingi, soleiðis at GDPR verður sett í verk, og tryggjar, at lóggávan gerst ein natúrligur partur av arbeiðsdegnum hjá starvsfólkinum.

Her eru nógvir liðir, ið ein skal hugsa um, tá ið GDPR skal implementerast á arbeiðsplássinum. Er fyritøkan stór, kann eg viðmæla tykkum, ið sita við persóndátum, at rudda upp sum tað allarfyrsta. Hava tit nógvar gamlar persóndátur, ið tit liggja inni við uttan grund, kunnu tit byrja við teimum og beina tær burtur!

 

Harnæst kann eg viðmæla, at tit:

Fáa staðfest, hvørjum dátum tit liggja inni við, og hvar tær liggja.
Hvussu koma dáturnar inn í fyritøkuna, og hvussu “ferðast” tær millum skipanir og millum fólk/deildir.
Og verið kritisk – setið spurningar, hví júst hesi sløg av persóndátum liggja har, sum tey nú liggja, og hví hesin profilurin/deildin skal handfara hesar persóndátur – hvørjum endamáli tænir hetta. Tænir tað ongum endamáli, skulu dáturnar umskipast ella møguliga beinast burtur!

Um tit hava fingið eitt yvirlit yvir hetta, er lættari hjá tykkum at fara til verka, tá ið mannagongdir, dátur, ábyrgd og annað skal skjalfestast, og fólk skulu hava frálæru í, hvussu tær ymisku dáturnar skulu viðfarast, plaserast, ferðast/flytast og strikast.

Er hetta eitt evni, ið tú kundi hugsað tær at vitað meira um, ert tú vælkomin at senda mær ein teldupost, so eg veit, at hetta er eitt evni, ið tit hava hug at lesa meira um.

Annars kann eg viðmæla tykkum at fara á skeið um GDPR. Her fáa tit staðfest, hvussu umfatandi hetta er. Bjóðið stjóranum við, tí hann er tann, ið skal raðfesta tíð og tilfeingi til GDPR-arbeiði.

 

Mínar royndir við GDPR. Tá ið eg starvaðist í Danmark, brúkti eg nógva orku til at bjálva arbeiðsplássið hjá mær til at handfara persóndátur rætt. Hetta var ein tíðarkrevjandi uppgáva, men mínar royndir siga, at um tú gert gott forarbeiði og fært staðfest punktini omanfyri sum tað allarfyrsta umframt at rudda upp, ert tú væl á veg. Harumframt kann eg viðmæla, at tú allierar teg við ein KT-serfrøðing og ein løgfrøðing, sum vita nógv um dátutrygd.

At enda vil eg bara siga: Góða eydnu, tá ið vit koma so langt.

Lýsing
Bloggarin
Alexandra á Dul
Cand. Merc. í HRM & HA í heimspeki

Alexandra á Dul hevur eina HA í heimspeki og eina kandidatútbúgving í HRM frá Copenhagen Business School. Hon hevur búð í Keypmannahavn í 16 ár, og í tíðarskeiðnum 2012–2018 arbeiddi hon sum HR-partnari í eini miðalstórari heilivágsfyritøku. Summarið 2018 fluttu familjan og hon heim til Føroyar, og í dag búgva tey í Klaksvík, og hon starvast í Havn. Hon umsitur HR-pallin NOTION, sum m.a. er ein íblástrarkelda til HR-arbeiði í gerandisdegnum í Føroyum. Alexandra hevur serligan áhuga fyri HR og starvsfólkaviðurskiftum, og henni dámar væl at blogga um ymisk viðurskifti í gerandisdegnum.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund