Lýsing
Lýsing
Lýsing

Búnaðarstevnan á Skúlatrøð

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  08.01.2019 - 14:33 Mentan Tíðindaskriv Vinna

Búnaðarstevnan 2019 verður tann 16. februar á Skúlatrøð í Klaksvík

Higartil hava verið fyriskipaðar fýra búnaðarstevnur, í ávikavist januar 2014, januar 2015, februar 2017 og februar 2018.

Búnaðarstevnan er eitt afturvendandi tiltak og sera viðkomandi fyri menning og kunning innan føroyskan landbúnað. Eisini er hetta ein góður háttur og møguleiki at hitta hvønn annan til prát, kjak vm.

 

 

SKRÁ FYRI BÚNAÐARSTEVNUNA 2019

Fundarstjóri:  Jacob Vestergaard, sýslumaður
 
09:30:  Skráseting 

09:50:  Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, setur ráðstevnuna.

 

10:00:    Jógvan Skorheim (Ferðavinna)

10:20:   Vinnumálaráðið (Ferðavinna og ferðavinnumøguleikar)
10:50:   Heilsu- og Innlendismálaráðið (Taðing og umhvørvi)
               Sirið Stenberg, landsstýriskvinna
11:20:   Fiskimálaráðið (Landbúnaður)
               Høgni Hoydal, landsstýrismaður

 
12:00   Miðmálið
        
​              Framløgur:                         

13:00     Búnaðarstovan:                Fjós, seyðhús, brunnar, køstar og velting

13:30     Búnaðargrunnurin:          Fígging og stuðul

14:00     Biogas verkætlanin:        Fróði Mortensen

14:20     Visitfaroeislands:             Jóhan Pauli Helgason

14:40     Ronnie Thomassen:        Hvussu langt røkkur ognarrætturin uttangarða ?

15:00     Jón Heðin Tróndheim:    Ræsing á serligan hátt

15:20     Helgi í Brekkunum:          Seyðamaður og granskari

 

 

15:40   Framløgur lidnar


16:00:  Konstruktivur kjakfundur við pallborðið.

Evni er:  Ferðavinna og gongd í haga.

 

Nógv kjak, bæði millum vanlig fólk og í politisku skipanini, hevur verði seinastu tíðina um rættin at ferðast frítt í náttúruni, hetta kemst av tí nógv øktu ferðsluni í náttúruni, serliga frá ferðavinnuni.

 

Hvat gera vit við hendan trupulleikan/møguleikan? - Festarar og óðalsfólk varða av føroysku jørðini við rættindum og skyldum, hvussu fáa vit sum frægast burturúr? Kunnu vit skipa okkum við einum felags máli?

 

Fundarstjóri og orðstýrari:        Óluva Zachariassen  

Pallborðsluttakarar:                       Búnaðarstovan, Bóndafelagið, Óaðlsfelagið, Visitfaroeislands, Vinnumálaráðið, Fiskimálaráðið


17:30  Borðhald

 

Nærri kunning og skráseting er umvegis fylgjandi leinkju http://www.bunadarstevna.fo/ ella við at venda sær til fyriskiparin, Símun Gullaksen á telefon 217055.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar