Lýsing
Lýsing
Lýsing

Betri samband til bygdirnar í Kalsoynni

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  08.01.2019 - 16:29 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Hilmar Eliasen, stjóri á Stranfdferðsluni sigur í viðtalu í dag, at arbeitt verður við, at bussur skal koyra til og frá Sam hvørja ferð Sam er á Syðradali.

Vit mugu ásanna, sigur Hilmar Eliasen, at vegakervið í Kalsoynni er ikki gearað til at Sam framhaldandi oysir alt fleiri og fleiri bilar inn í oynna í summarhálvuni. Eitt er at tað er trupult um bussar møtast á veg suður og norð, men tað eru eisini stórir parkeringstrupulleikar í bygdunum til allar bilarnar. Tí fara vit í samstarvi við Klaksvíkar Kommunu at arbeiða fram ímóti at regluligt bussamband skal vera til og frá Sam hvørja ferð skipið er í Kalsoynni.

Nú hava vit upplivað eitt slíkt “boom” av ferðafólki inn í oynna, síðani kópakonuna, og nú Kalsoyggin er partur av Klaksvíkar Komunu, so halda vit at tað er rímiligt at Klaksvíkar Kommuna eisini er partur av bussflutninginum í kommununi, ein bussruta til allar túrar hjá Sam kostar um 7-800.000 um árið.

Tá eg spyrjið Hilmar, um nær vit kunnu væntað at hetta fer at virka, sigur hann, at enn er onki fastlagt, men at Strandferðslan arbeiðir fram ímóti at hetta kemur at virka áðrenn ferðamannastreymurin byrjar í vár.

Sam týsdag og hósdag

Tað hevur verið eitt sterkt ynski hjá íbúgvunum í Kalsoynni at fáa Sam at sigla klokkan 10 týsdag og hósdag, eins og hann ger hinar dagarnar í vikuni. Tað hevur serliga verið fyri ferðavinnuna í oynni, tí ferðafólk, ið halda til í høvuðsstaðarøkinum ella aðrastaðni í Føroyum koma vanliga ikki norðureftir fyrr enn um 9-10 tíðina og tá einki samband er í Kalsoynna hesar dagar uttan kl. 08 um morgunin og 14.50 seinnapartin, so velja ferðafólk ofta Kalsoynna frá hesar dagar.

Møguliga annað skip

Tá vit spyrja Hilmar Eliasen, stjóra á Strandferðsluni um hetta sigur hann, at Strandferðslan ikki kann binda Sam so nógv, tí stórur tørvur er á skipinum til fluttningsarbeiðið kring um á rutunetinum hjá Strandferðsluni. Í útgangsstøðinum arbeiða vit sum sagt við tørvinum hjá teimum, sum búgva á útoyggjunum í Føroyum. Men nú hava vit fingið eina nýggja uppgávu við økta ferðafólkastreyminum, so í ljósinum av tí, arbeiða vit eisini við møguleikanum at finna eitthvørt annað skip at sigla hesar tíðir týsdag og hósdag. Tó talan er ikki um at leiga nakra bilferju, men eitt skip, ið ann sigla ferðafólk um fjørðin.

Nýggja ferju í 2020

Í løtuni arbeiða vit sum kunnugt við at byggja eitt nýtt avloysaraskip, sum millum annað skal loysa tørvin inn í Kalsoynna, sigur Hilmar Eliasen at enda.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum