Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eiðismaðurin aftur til røturnar

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  09.01.2019 - 15:41 Ítrottur Tíðindi

(Longri grein úr Norðlýsinum 5. desember 2018)

Fyri fyrstu ferð nakrantíð skal ein eiðismaður standa á odda fyri EB/Streymi í bestu deildini hjá monnum. Norðlýsið hevur hitt venjaran, sum ongar venjararoyndir hevur í bestu deildini.

 

 

42 ára gamli Jákup Martin Joensen skal vera høvuðsvenjari hjá EB/Streymi kappingarárið 2019 í Betri Deildini hjá monnum. Afturat sær hevur hann 44 ára gamla Tummas Erling Djurhuus sum hjálparvenjara. Teir hava arbeitt saman sum venjarar í B36 síðstu árini. Jákup Martin tekur yvir hjá EB/Streymi, sum síðani uppflytingina í 2016 hevur fingið eitt 7. pláss í 2017 og eitt 8. pláss í 2018.

 

Uppvaksin í EB

Talan er um eina lokala loysn, sum EB/Streymur hevur valt, hóast tað eru nøkur ár síðani, at hann búði í lokaløkinum.

- Eg eri uppvaksin á Eiði. Har búði eg, til eg var 22 ár. Foreldrini, báðir beiggjarnir og stórur partur av familjuni búgva á Eiði. Tá eg var 22 ár fór eg til Danmarkar í skúla at læra til løgreglumann. Síðani eg flutti heim aftur, havi eg búð í Tórshavn. Men eg eri ein eiðismaður, tí man kann taka dreingin úr bygdini, men ikki bygdina úr dreinginum. Eg spældi øll míni ungdómsár við EB. Fyrsta árið eg fekk vaksnamannaaldur var í 1993, og tað var samstundis fyrsta árið, at EB og Streymur løgdu saman. Eg spældi við besta liðnum hjá EB/Streymi frá 1993 fram til og við 2007 við undantaki av 1998, tá eg spældi við B36 og 2006 og fyrrapart av 2007, tá eg spældi við AB. Eg havi bara góð minnir frá hesi tíðini bæði við EB og síðani EB/Streymi. Tey trý árini, ið eg gekk í skúla í Danmark, spældi eg eisini við EB/Streymi, tá eg var heima og so bleiv eg flogin heim til onkrar dystir. Vit høvdu eitt gott ungdómslið í EB. Páll Guðlaugsson var venjari og legði nógv gott í okkum.Vit vunnu FM tvær ferðir og spældu í toppinum øll árini. Tað var í smápiltum í 1986 og í dreingjadeildini í 1992, at vit vunnu FM. Tað var stórt fyri okkum tá. Millum leikararnar á EB liðnum vóru Knút Vesturtún, Jóhann Lútzen og Alfred Jacobsen. Tíðin á besta liðnum hevði meir skiftandi úrslit. Vit fluttu upp í 1993, síðani niður aftur í 1994. Síðani vóru vit í næstbestu deildini fram til 2000, tá vit fluttu uppaftur. Síðani hildu vit okkum í bestu deildini, og tað gekk betri og betri. Í 2007 valdi eg at fara norður aftur til EB/Streym fyri at enda mína virknu spælitíð í EB/Streymi í bestu deildini. Byrjanin til EB/Streym sum topplið frá 2006-2012, var árini 2001 til 2005. Í 2004 mundu vit fingið bronusheiðursmerkir. Tá hildu vit, at tað var tað besta, sum vit sum felag kundu røkka. Hetta er um tað mundi, tá ungir leikarar sum Marni Djurhuus, Hans Pauli Samuelsen, Brian Olsen, Gert Hansen, Arnbjørn Hansen, Bárður Olsen og Leif Niclasen spakuliga byrjaðu at koma við. Vit eldru royndu at halda út, til teir komu inn, um ein kann siga so, sigur Jákup Martin Joensen við Norðlýsið.

 

Góð úrslit sum venjari í lægri deildum

Jákup Martin Joensen hevur síðstu árini vant U18 liðið og næstbesta liðið hjá B36. Úrslitini hava verið góð. Hann vann FM við U18 liðnum hjá B36 í 2017 og í 2018 vann hann allar dystirnar við næstbesta liðnum hjá B36 eftir, at hann tók við sum venjari mitt í kappingini. Sambært FaroeSoccer er Jákup Martin skrásettur sum B36 venjari í 42 dystum árini 2016-2018 í U18 og 2.deild. Av teimum hevur B36 bara tapt fýra dystir. Men áhugin fyri at vera venjari kom longu sum heilt ungur.

- Norðuri á Eiði í EB vandi eg saman við øðrum javnaldrum lið við dreingjum, sum vóru eitt og tvey ár yngri enn vit. Mitt í 1990'unum manglaði besta kvinnuliðið á Eiði venjara, og har var eg venjari í 1996 og 1997. Síðani havi eg bara spælt fram til 2008, tá tann eldri sonurin byrjaði at spæla fótbólt við B36. Tá bleiv eg biðin um at hjálpa til, og eg fylgdi tí áganginum heilt fram til

2015. Men eg havi verið venjari í B36 líka síðani 2008. Eg tók onkrar venjaraútbúgvingar og fór so undir A-venjaraútbúgvingina. Tá tók eg U18 liðið hjá B36 og var hjálparvenjari hjá næstbesta liðnum hjá B36. So helt eg ein lítlan steðg í ár fram til beint áðrenn summarsteðgin, tá B36 heitti á meg um at taka venjarastarvið á næstbesta liðnum. Eg tók venjaraútbúgvingina, tí fótbóltur hevur mín heilt stóra áhuga. Eg helt, at tað var øgiliga áhugavert at vita, hvat hetta var við at fáa nakað at vita um tað, sum eg hevði áhuga fyri. Tað var ikki beinleiðis tí, at eg ætlaði at vera venjari í bestu deildini, men tað hevur kanska spøkt aftanfyri onkustaðni, at ein hevði hug at royna seg, um nakar vildi geva einum møguleikan.

- Góð úrslit er ein samanrenning av sera nógvum tingum. U18 liðið hjá B36 var ein góður árgangur. Vit settu okkum eitt felagsmál har, og tað náddu vit. Eg eigi kanska ein lítlan part í tí, men tað vóru leikarar, har fleiri av teimum nú hava stórar leiklutir á besta liðnum. Í 2.deild var tað líka nógv at finna eina rætta samanseting av yngri og eldri leikarum, sigur Jákup Martin Joensen.

 

Barndómsfelagið tiltrekti

Nýggi venjarin hjá EB/Streymi viðurkennir, at tað var nakað serligt, at fáa bjóðað starvið hjá besta liðnum hjá barndómsfelagnum.

- Tað hava verið onkrir fyrispurningar síðstu árini, har eg ikki havi valt at tikið av. Bæði sum hjálparvenjari og onkustaðni møguliga sum høvuðsvenjari. Tá nú EB/Streymur setti seg í samband við meg, so er tað øgiliga torført at siga nei, tá barndómsfelagið heitir á ein at koma aftur og heldur, at ein kann gera mun. Tá skulu góðar orsøkir til at siga nei. So tað var ein løtt avgerð at taka. Tað er trupult at siga, um tað er ein fyrimunur ella vansi við at vera lokalur. Helst er tað eitt sindur av báðum, men tað kemur tíðin at vísa. Nú kenni eg felagið frá tí at tað bleiv stovnað. Eg havi verið partur av tí, og eg kenni søguna, umhvørvið, fólkini rundan um og flestu leikararnar. Fleiri kenna eisini meg. So eg velja at síggja tað sum, at tað er ein fyrimunur at vera lokalur, sigur venjarin, sum helst verður tann venjarin í Betri Deildini, ið hevur minst venjararoyndir á hægsta stigi.

- Eg eri øgiliga eyðmjúkur um hesa uppgávuna. Tað er ein heiður at vera spurdur av sínum barndómsfelagið at vera venjari har, so tað er við stórari eyðmýkt at eg fari inn til uppgávuna. Eg fari heilhjartaður inní tað og fari at geva alt tað, sum eg havi. Eg komi altíð at læra og má royna meg fram í nógvum, men eg síggi tað ikki sum ein trupulleika at vera óroyndasti venjarin, so leingi sum ein er uppmerksamur við tí. Eg síggi tað sum eina stóra avbjóðing persónliga og eisini verður spennandi at síggja, hvussu alt fer at rigga. Eg haldi, at tað er ein ótrúliga spennandi og stór avbjóðing.

 

Brennir fyri fótbóltinum

Tá vit koma inná, hvat fyri ''venjaratypa'' hann er, so er hugur og innsatsur nakað, sum gongur aftur hjá nýggja venjaranum hjá EB/Streymi.

- Um eg skal siga tað sjálvur, so er tað - eins og hjá flest øðrum venjarum - at eg eri nærlagdur og gangi høgt uppí tað. Eg brúki ofta eitt hugtak sum er, at um ein veruliga vil fótbólt, so kann ein ikki spæla fótbólt, so má ein liva fótbólt. Tað er ikki bara til venjingar, men at man hugsar um at man hevur fótbólt rímiliga frammarlaga í huganum allatíðina. Tað verið seg við hugburði á vøllinum og uttanfyri vøllin. Tað royni eg sjálvur at gera, og tað er nakað sum eg vænti, at leikararnir gera eisini, sigur venjarin, sum av summum eisini verður sagdur at dáma væl at ''nørdast''.

- Mær dámar væl fótbólt, tí tað fyllir ein stóran part av mínum lívi. Mær dámar eisini væl at hyggja eftir fótbólti og mær dámar væl nógvar partar av fótbóltsspælinum. Mær dámar væl at fara niður í ymsar smálutir. Eg síggi sjáldan ein fótbóltsdyst sum reint undirhald. Eg kann finna uppá at sita og hyggja eftir ymiskum tingum, ið man allarhelst skal vera ''venjaratypan'' fyri at gera.

 

Tillagar spælistíl eftir hópinum

Tá vit koma inná spælistíl hjá nýggja venjaranum í Betri Deildini, so er hann varin, tí hóast Jákup Martin hevur sín raðfesta spælistíl, so má hesin tillagast til leikaratypurnar í hópinum.

- Tað er trupult at samanbera tey bæði síðstu liðini, sum eg havi havt. Men eg royni í øllum førum at skipa liðini væl í verjupartinum við greiðum avtalum. Meðan liðið í álopsstøðu skal hava møguleikar fyri, at leikararnir sjálvir hava frítt at velja møguleikarnar. Tað er tað hugflogsríka fótbóltsspælið, sum er tað áhugaverda. Har er tað meir upp til einstaka leikaran í tí einstøku løtuni, sum avgerð, hvat vit gera júst tá. Men sjálvandi hava vit nakrar fastar avtalur um summi ting. Sum útgangsstøði hevur man bóltin helvtina av tíðini í einum kappingarári, so dentur má leggjast á bæði verju og álop. Men mær dámar væl at vera væl skipaður í verjustøðu, og at tað so er skjótur og ágangandi álopsfótbóltur. Eg vóni, at leikaratypurnar eru til tað, men eru tær ikki tað, so tillaga vit okkum til tað. Tíðin kemur at vísa, um pláss er fyri tí spælistílinum í Betri Deildini 2019. Tað veldst eisini um, hvat fyri hóp ein hevur. Tí tað kann eisini gerast neyðugt at rætta spælistílin eftir hópinum og typunum, sum ein hevur, sigur hann.

 

Betri Deildin er sterk og áhugaverd

Jákup Martin Joensen hoyrir ikki til kritiska bólkin av røddum, sum eftirlýsa, at besta føroyska deildin skal blíva meira álopssinnað og undirhaldandi.

- Eg haldi, at Betri Deildin í 2018 er nógv øðrvísi enn, tá eg byrjaði at spæla. Støðið er hækkað nógv á øllum økjum. Kringumstøðurnar eru betri, og tað eru nógv fleiri leikarar, sum liva fótbólt nú enn spæla fótbólt. Tað eru fleiri heilt góðir fótbóltsleikarar í Føroyum. Betri Deildin er ein spennandi og áhugaverd deild at fylgja. Tað er eitt sindur ymiskt, hvønn spælistíl liðini velja at spæla. Men tað sum tey spæla, har sær ein, at venjararnir gjøgnumføra tað, sum teir trúgva uppá. Liðini eru sera væl skipaði uppá allar mátar, og eg haldi, at vit hava sæð nógvar góðar fótbóltsdystir seinnu árini. Um ein bara sær fótbólt sum undirhald við flottum driblingum og nógvum málum, so fær ein ikki altíð tað, tí liðini eru so mikið jøvn og góð, at tað eru eisini aðrir partar í einum liði, sum fyri meg og onnur eru áhugaverd at hyggja eftir. Man sær t.d. HM finalur enda 0-0, og tá eru tað tey bæði bestu liðini í heiminum, ið møtast. Eg haldi ikki, at nakar fótbóltur er óáhugaverdur, men tað eru bara fleiri mátar at spæla fótbólt uppá, sigur hann.

 

Liðið er nógv skert á pappírinum í løtuni

Tá vit koma til hópin hjá EB/Streymi í 2019, so er hann í løtuni nógv skerdur á pappírinum.

- Hans Pauli Samuelsen og Marni Djurhuus eru givnir, Oddur Højgaard er farin til NSÍ og Pætur Petersen er farin til HB. Aksel B. Danielsen var leigaður frá KÍ, men hevur sáttmála við KÍ og er farin aftur til KÍ. Hetta er fýra-fimm leikarar, sum byrjaðu flestu dystirnar í fjør, tá teir vóru tøkir, sigur hann. Í løtuni verður arbeitt við at seta hópin saman til komandi ár.

- Vit byrjaðu at venja síðst í november og venja uttandura og við styrkisvenjing innandura fýra ferðir um vikuna fram til jóla. Síðani taka vit jólafrí, áðrenn vit koyra ordiliga á uttandura fýra ferðir um vikuna umframt ein venjingardyst frá fyrst í januar. Vit hava eini 25-30 leikarar, sum sleppa at vísa seg fram til venjing í vetur. Næstbesta liðið hevur venjingar somu tíðir, og har hyggja vit eisini, um nakar leikari kann vera áhugaverdur til at venja við besta liðnum. Eg havi valt at gera tað uppá tann mátan, at eg gevi øllum teimum lokalu leikarunum møguleikan at vera partur av besta hópinum. Teir fáa møguleika at venja við og vísa, at teir vilja liva fótbólt. Gera teir tað og eru mettir at vera nóg góðir, so tekur man støðu útfrá tí, tá vit skulu meta um, hvussu nógvan styrk vit skulu hava, sigur Jákup Martin.

 

Styrkur kemur

At EB/Streymur hevur mist nakrar av berandi leikarunum merkir, at styrkur fer at koma.

- Um ein metur at tað kemur at mangla fólk, so má ein heinta nakrar leikarar inn. Men tað er eingin ivi um, at tað í einum hópi hjá EB/Streymi merkist, at fýra-fimm leikarar eru farnir, sum byrjaðu inni í 2018. Nú hyggi eg eftir leikarunum sum venja við og síggi teir í innanhýsis dystum og onkrum venjingardysti. Eftir tað havi eg fingið eina betri fatan av hópinum. Um vit tá føla, at vit mugu hava onkran inn, so fara vit at hyggja, hvat er møguligt at fáa. Men vit fara ikki at heinta inn bara fyri at heinta inn. Tí eg haldi, at tað er umráðandi, at flestu leikararnir koma úr nærumhvørvinum. Men eg eri vísur í, at onkur styrkur kemur inn. Tað kann eisini vera, at onkur styrkur kemur innanfrá, har onkur leikari fer at blomstra, sum kanska ikki hevur spælt so stóran leiklut frammanundan. Finna vit ikki nakran styrk inni í felagnum, so er tað helst eini fýra-fimm leikarar, sum vit skulu hava inn fyri sama tal av leikarum, sum eru farnir. Tá leita vit sum útgangsstøðið eftir føroyskum leikarum. Tað eru eisini onkrir leikarar, sum ikki hava spælt við EB/Streymi áður og sum ikki sleppa uppí part á bestu liðunum aðrastaðni, sum venja við nú í vetur, men enn er ov tíðliga at siga nakað um, hvørs teir vera partur av hópinum, sigur hann.

 

Ikki sett nakran málsetning enn

- Vit hava ikki sett okkum nakran málsetning enn, tí vit ikki vita, hvussu endaligi hópurin kemur at síggja út. Men eg fari saman við hópinum at seta ein málsetning, tá vit eru komnir nærri einum endaligum hópi. Í løtuni hava vit ikki annan málsetning enn at fáa leikararnar í góða venjing fram til nýggjárs. So tá vit nærkast kappingarbyrjan, so havi eg eitt greiðari svar uppá okkara málsetning.

- Eg vóni at tað sum kemur at eyðkenna EB/Streym í 2019 verður, at leikararnir vera kropsliga væl fyri og vísa spæligleði. Í verjustøðu vera vit vónandi væl skipaðir, meðan vit í álopsstøðu koma at spæla skjótan og ágangandi álopsfótbólt, sigur ein bjartskygdur Jákup Martin Joensen at enda við Norðlýsið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund