Lýsing
Kristian Martin Petersen er reiðari á Sandshavinum.

Menningarkvoturnar eru politiskt útlutaðar, tað er fakta

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  09.01.2019 - 16:22 Politikkur Tíðindi Vinna

Argumentini hjá útlutingarnevndini vendu akkurát soleiðis, sum tað politiskt frammanundan var ætlað, at kvoturnar skuldu býtast. Politiska handalagið hevur ongantíð verið at líkna til so ringt, sum í hesari samgonguni, sigur Kristian Martin Petersen

Nógv kjak er á sosialu miðlunum um menningarkvoturnar, ið higartil hava kostað samfelagnum yvir 200 mío. krónur. Kristian Martin Petersen er reiðari á Sandshavinum og í einum kjaktráði á sosialu miðlunum hevur hann givið sína hugsan um menningarkvoturnar til kennar. Hann heldur lítið um útlutingarnevndina og menningarkvoturnar. Niðanfyri prenta vit hansara hugsan:

 

Eg arbeiði sum sjálvstøðugur ráðgevi, bókhaldari og grannskoðari fyri uml. 100 ymiskar kundar á sjógvi og landi. Fýra av hesum søktu um menningarkvotu. Allir fingu noktandi svar, hóast allir hoyra til rætta økið í landinum, men ikki til rættan flokk, sum tað sær út. Standard svarið var, at kundarnir fingu onga menningarkvotu, tí ætlanin var yvir fleiri ár - og óvissan var, um virkini á landi kundu taka móti fiskinum. Í einum føri var kritikkurin, at tað var ikki útgreinað, um fiskurin bleiv single-frystur ella frystur í blokk. Tvs., at nevndin ynskti innlit í allar detaljur, heilt niður á einstakt fiska-niveau. Tað høvdu vit yvirsæð, og máttu so taka til takkar við nei, nei, nei og nei. 

Argumentini hjá útlutingarnevndini vendu akkurát soleiðis, sum tað politiskt frammanundan var ætlað, at kvoturnar skuldu býtast. 

Argumentini til nakrar aktørar blivu brúkt til fyrimuns, t.d. hetta, at tað tekur tíð at skipa eitt virksemi á landi, sum kann taka móti hóskandi nøgdum. Tí skulu hesir umsøkjararnir fáa møguleika at menna virksemið á landi í fleiri ár og landa til ídnað.

Argumentini móti mínum kundum var, at virkini á landi ikki stóðu klár og nýpussað at taka móti fiski, áðrenn umsóknin bleiv send. Onnur argument móti minum kundum var, at teir hava langtíðarætlan - men aðrir umsøkjarar fáa menningarkvotu, JÚST tí teir hava eina langtíðarætlan!!! Eg vænti ikki, at øll skilja tann politiska samanhangin, men hetta er bara fakta aftanfyri leiktjøldini.

Menningarkvoturnar eru politiskt útlutaðar, tað er fakta. Men tað merkir ikki, at somu kundar hjá mær seta seg við hendur í favn. Nú duga vit betri at skriva til næstu ferð, og so fáa vit at síggja. Í august 2018 lovaði fiskimálaráðharrin, at fortreytirnar at søkja um menningarkvotur fyri 2019 skuldu vera klárar á heysti 2018. Nú hava vit januar 2019 og onki er klárt. Politiska handalagið hevur ongantíð verið at líkna til so ringt, sum í hesari samgonguni. Men kundarnir hjá mær ætla kortini at søkja um sín part, tá ið tað einaferð verður klárt at søkja fyri 2019. 

Eg loyvi mær tó at siga av hjarta, at siga, at eg ynski vágamonnum alla eydnu og bestu framtíð. Teir hava onga ábyrgd av politisku um- og for-fordeilingini. Teir taka bara við einum møguleika, sum bleiv tøkur, teimum til rós! At teir so landa í Fuglafirði kann eg ikki grenja um, tí tað er her og búgvi, lukti og vinni til dagsins breyð.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Klaksvíkar Sjónleikara­felag leitar eftir…
Skrið seinnapartin
Spennandi vinnufundur í Spania­stovu
Krúnprinsu­rin á Norð­oyastevnu
Flaggsigling 2019
Eru í ferð við at venda avlopið til hall
Royal Run verður í Klaksvík 
Býráðs­leiðslan eigur at greiða frá “sjál…
Búi Egilsson til NSÍ
Høgættin kemur aftur í nátt
KÍ kvinnur­nar fingið tilgongd
Dupultmoralskt dupultmandat
Team Klaksvík spælir í Vestmanna mikukvø…
Undirhúsið feldi uppskotið: Misálit reis…
Team Klaksvík fingið nýggjan málverja
Henrik Old á Fólkating
Útoyggja­stuðulin hækkaður 300.000 krónur
Ófiltrerað Slupp í 0,7 L fløsku
Skorheim spyr um fríhandilssátmála við B…
Ósamsvar millum løgfrøðiligt notat og “a…