Lýsing

Anfinn Olsen leggur frá sær í Reiðarafelagnum

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  09.01.2019 - 17:07 Tíðindaskriv Vinna

Føroya Reiðarafelag boðar í dag frá, at Anfinn Olsen leggur frá sær sum formaður og nevndarlimur í Reiðarafelagnum. Anfinn Olsen hevur verið formaður í Reiðarafelagnum síðan september 2014 og hevur sostatt virkað sum formaður í næstan hálvtfimta ár.

-  Eg havi sæð hetta starvið sum eina uppgávu, ið eg skuldi røkja í eitt tíðaravmarkað skeið. Eg tók hesa uppgávuna á meg fyri meira enn fýra árum síðani, tá Reiðarafelagið ongan formansskap hevði og tørvur var á einari greiðari leiðslu í nevndini. Tí gjørdist eg formaður í felagnum tá, sigur Anfinn Olsen.
-  Ætlanin var í veruleikanum ikki at sita so leingi, sum eg havi sitið í hesum sessi, og tíðin er nú komin at rigga av. Eg meti, at felagið er í góðum hondum og er ført fyri at røkja tær uppgávur, sum Reiðarafelagið eigur at røkja.

Hanus Hansen verður nú virkandi formaður, eftir at hann seinastu árini hevur verið næstformaður í nevndini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Klaksvíkar Sjónleikara­felag leitar eftir…
Skrið seinnapartin
Spennandi vinnufundur í Spania­stovu
Krúnprinsu­rin á Norð­oyastevnu
Flaggsigling 2019
Eru í ferð við at venda avlopið til hall
Royal Run verður í Klaksvík 
Býráðs­leiðslan eigur at greiða frá “sjál…
Búi Egilsson til NSÍ
Høgættin kemur aftur í nátt
KÍ kvinnur­nar fingið tilgongd
Dupultmoralskt dupultmandat
Team Klaksvík spælir í Vestmanna mikukvø…
Undirhúsið feldi uppskotið: Misálit reis…
Team Klaksvík fingið nýggjan málverja
Henrik Old á Fólkating
Útoyggja­stuðulin hækkaður 300.000 krónur
Ófiltrerað Slupp í 0,7 L fløsku
Skorheim spyr um fríhandilssátmála við B…
Ósamsvar millum løgfrøðiligt notat og “a…