Lýsing
Lýsing
Klakkur er eitt av frystilínuskipunum, ið fiskar við Flemish Cap í hesi løtu

Lukkað uppboðssøla har boðið fangar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  09.01.2019 - 23:37 Politikkur Tíðindi Vinna

Norðlýsið skilir at Fiskimálaráðið hevur sent eitt uppskot til hoyringar har ætlanin er at broyta lukkaðu uppboðssøluna, soleiðis at ikki allir gjalda líka framyvir. Fólk í vinnuni eru ørkymlaði nú fiskiskapurin júst er byrjaður á Flemish Cap

Frystilínuskipini eru júst byrjaði at fiska á Flemish Cap. Tey flestu hava ligið har í nakrar dagar og í hesi løtu eru teir byrjaðir at fiskað. Ein partur av kvotuni er koyrdur á uppboðssøluna, har reiðaríðini hava bjóða. Ein lukkað uppboðssøla, har tað higartil hevur verið mannagongd at allir gjalda líka, og at upphæddin er hon hjá tí við tí lægsta boðnum.

Men hetta skal nú ætlandi broytast til eina lukkaða uppboðssølu har boðini fanga – t.v.s. at reiðaríðini gjalda tað upphædd tey hava boðið.

Norðlýsið hevur spurt seg fyri hjá reiðarum, skiparum og fólki í vinnuni og ónøgdin er stór. 

Ført verður fram at hesin leistur vil føra til at tvey skip, sum fiska á somul leið koma at gjalda ymiskt fyri kilo av fiski, og vandin er væl eisini at ein kemur at standa eftir við ongum, um onkur bjóðar ein órímiligan høgan prís.

Víðari verður sagt at Fiskimálaráðið við hesum ætlanum gongur á odda við at seta kílar í vinnuna og at skapa misnøgd millum ymsu reiðaríðini.

Best hevði verið um tað var ein opin uppboðssøla, sigur skiparin, og bjóðast kundi upp á tað nøgd sum passar til einstøku reiðaríini og fyri tann prís sum kann geva avkast til driftina. 

Fleiri eru ørkymlaði og siga at tað kann ongantíð verða rætt, at uppboðssølan skal bert verða ein forrætning fyri landskassan, og ikki teir sum skulu liva av at dríva forrætning í fiskivinnuni.

Skiparin sum Norðlýsið hevur tosað við undrast á hví Fiskimálaráðið ikki hevði uppboðssøluna í november í fjør, tí tá visti fiskimálaráðið hvat kvotan á Flemish Cap var fyri 2019.

Tann eini feskfiskareiðarin sum Norðlýsið hevur tosa við, sigur at alt er í leysum lofti í hesum døgum - alla tíðina. Tí verður tað nærum ógjørligt at útvega bankatrygd fyri tí, sum eitt lítið reiðarí møguliga kann bjóða. Og stutta fyrireikingartíðin, frá tí kunngerðin verður lýst, til boðini skulu vera inni, ber eisini við sær, at bara tey allar størstu reiðaríini, sum hava vunnið pening í øðrum skipabólkum, kunnu eginfíggja eitt møguligt boð. Vit duga ikki at meta um, hví tað verður arbeitt so í skundi altíð, men ein møguleiki er, at tað er onki politiskt stev, og allar loysnir vera tiknar undir tíðartrýsti.

At enda verður sagt allarbest var um ongin uppboðssøla varð nakrantíð aftur.

Kunngerðin er til hoyringar í fiskivinnuráðnum og hoyringsfreistin er mánadagin 14. januar.

 

Niðanfyri vísa vit eitt hugsað dømi um ætlaninar hjá Fiskimálaráðnum koma ígjøgnum. 

 

Dømi fyrr (3.000 tons av makreli verða seld)

 

Ein bjóðar uppá 500 tons á 3,50 kr. pr. kilo

Ein bjóðar uppá 1.000 tons á 3,20 kr. pr. kilo

Ein bjóðar uppá 3.000 tons á 2,80 kr. pr. kilo

 

So fær tann fyrsti 500 tons fyri 2,80 kr. pr. kilo

Tann næsti 1.000 tons fyri 2,80 kr. pr. kilo

Og tann triðji fær bara 1.500 tons fyri 2,80 kr. pr. Kilo

 

 

Sama dømi við broyttu fyritreytunum

 

Tann fyrsti skal gjalda 3,50 kr fyri 500 tons

Tann næsti skal gjalda 3,20 kr fyri 1.000 tons

Tann triðji skal gjalda 2,80 kr fyri 1.500 tons

Lýsing
Seinastu tíðindini
Meðan vit bíða eftir Janus
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…