Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ryggsvimjing ikki mín sterka síða

SKRIVAÐ: Annika Olsen, Borgarstjóri i Tórshavnar kommunu  |  10.01.2019 - 08:57 Politikkur Tíðindaskriv

At valstríðið av álvara er byrjað merkist á øllum brøgdum, nú borgarstjórin í Klaksvík leggur beinleiðis persónliga eftir undirritaðu í lesarabrævi í gjár. Politiska hugflogið hjá borgarstjóranum í Klaksvík røkkur tíverri íkki longur enn at taka fram gamla støvaða valretorikkin um Havnina kontra Klaksvík, útjaðaran kontra miðstaðin. Hetta plagar at geva gott við atkvøðum.  Eg hevði tó væntað mær meiri av borgarstjóranum í Klaksvík. Eg helt hann vera ein skilamann, ið kom við nýghugsanum, og at hann megnaði at lyfta seg upp um konservativa og afturlítandi boðskapin um ræðumyndina av Havnini, og at tað er Havnin, ið forðar fyri menning av útjaðaranum og herundir Klaksvík.

Borgarstjórin í Klaksvík heldur speiskliga fyri um undirritaða sum gamal svimjari var stinnast í ryggsvimjing. Ì hesum sambandi sipar hann til, at borgarstjórin í Havn hevur broytt meining viðvíkjandi bústaðarbygging. Lat tað vera greitt, at ryggsvimjing var ikki min sterka síða, og lat tað vera púra greitt, at her er ongin støða broytt viðvíkjandi bústaðarbygging.

Øll, sum hava fylgt við í hesum máli vita, at vit í Tórshavnar kommunu miðvíst í longri tíð hava arbeitt við at finna ein samstarvsleist millum kommununa, vinnuna og pensjónsfeløgini/peningastovnarnar, til tess at fáa gongd sett á leigubústaðir í Havn.

Hetta er just tað, sum eg havi boðað frá alment í fleiri umførum og somuleiðis eisini í Føroya kommunufelag og somu støðu boðaði eg frá í lesarabrævi í gjár.  Hetta merkir tó ikki, at tað verður kommunukassin í Havn, ið skal brúkast sum peningastovnur til at fíggja allar bústaðir í kommununi og borgarstjórin í Havn ætlar sær ikki at spæla bankastjóri fyri skattaborgarans pening eins og borgarstjórin í Klaksvík hevur ambitiónir um.

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar