Lýsing
Lýsing
Lýsing

Almenn áheitan á Høgna Hoydal

SKRIVAÐ: Bill Justinussen, løgtingsmaður  |  10.01.2019 - 14:20 Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Sum ein av teimum 18, ið tóku undir við nýggju fiskivinnunýskipanini, heiti eg staðiliga á landsstýrismannin í fiskivinnumálum um at steðga við at bjóða veiðirættindi út á afturlatnari uppboðssølu.

Í mini verð eitur onki afturlatin uppboðssøla, tí sjálvt hugtakið uppboðssøla inniheldur opinleika og gjøgnumskygni. Á afturlatnari uppboðssølu fær tann, sum gevur boð, ikki høvi at reagera upp á boðið hjá øðrum, og tí er talan als ikki um uppboð. Á eini uppboðssølu er tvingandi neyðugt, at tey bjóðandi vita, hvørjum tey eru uppi ímóti, og hvussu høg mótboðini eru.

Sambært sprotanum er allýsingin av orðinum uppboð: almenn søla har ið tann sum býður hægst fær vøruna, uppboðssøla, søluuppboð, auktión, keypa el. selja á uppboði.

Gjøgnum alt uppskotið um fyrisiting av sjófeingi verður orðingin “at bjóða út á uppboði” brúkt. Tað kann als ikki pilkast við ta sannroynd, at tá løgtingsfólk hava viðgjørt uppboðssøluna, hava øll havt somu fatan av hugtakinum uppboðssøla, nevniliga hana, sum Sprotin so væl allýsir. Tí kann tað lættliga skiljast sum, at landsstýrismaðurin nú toyggir og boyggir eitt hugtak og eina skipan, sum øll inntil nú hava havt somu fatan av.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…